Haakan er á veg til próvtøku

Kappingin um plássini er stór á liðnum hjá B36, sum í dag hevur møguleikan at vinna fyrsta sigurin ímóti KÍ, síðani Dan Brimsvík tók við venjarastarvinum

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 fær vitjan av KÍ.

 

Dan Brimsvík hevur verið B36 venjari síðani á heysti í 2020. Í fjør vunnu hann og B36 í fyrsta umfari í steypakappingini 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Higartil er tað ikki eydnast Dan Brimsvík at fáa bilbukt við KÍ í landskappingini. Í fjør endaði tað málleyst í Gundadali, meðan KÍ vann 3-2 og 2-1 í Klaksvík.

 

Tá ið KÍ í fjør tapti steypadystin ímóti B36 í Gundadali, varð tað sagt, at ein av orsøkunum var, at nýggi venjarin, sum tá var Magne Hoseth, ikki kendi til umstøðurnar og fyritreytirnar, og at tað var heilt undarligt, at bæði Odmar Færø og Páll A. Klettskarð ikki vóru millum teir fyrstu ellivu.

 

Í dag verður nýggi KÍ venjarin Haakon Lunov fyri fyrstu ferð oddamaður í týdningarmiklum dysti á útivølli, og tað er aftur ímóti B36. Stóri spurningurin í Klaksvík er, hvussu miðverjan verður mannað. Í 6-0 heimasigrinum ímóti ÍF vóru Jákup Norðoy Vilhelmsen og René Shaki Joensen miðverjar. Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru framvegis skaddir, meðan bæði Børge Petersen og Deni Pavlovic eru um at vera tøkir aftur.

 

Loyvini hjá franska miðverjanum Cédric Yambéré eru í lagi. Hann hevur í vikuni vant saman við liðfeløgunum, og tað verður roknað við, at hann verður styrkur. Spurningurin er, nær hann verður roknaður at vera í nóg góðari venjing at spæla.

 

B36 vann sunnudagin 3-0 á Svangaskarði. Síðani eru loyvini hjá Anton Sjøberg komin upp á pláss. Hóast skaðalistin er langur, so er tað stór kapping um plássini á liðnum. Tað sást sunnudagin, tá ið Hannes Agnarsson og Símun Sólheim vóru á beinkinum á Svangaskarði. Á skaðalistanum eru Andrias H. Eriksen, Benjamin Heinesen, Mattias Weihe, Carl Mikkelsen, Michal Przybylski og Lukas G. Giessing. Í gjár var Aron Knudsen loystur úr sáttmálanum við B36, tá ið hann skrivaði undir við NSÍ.

 

B36 – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00.