Håkan: Hetta var OK (FM1)

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran seta orð á 1-1 javnleikin móti Kosovo á útivølli

##med2##

 

Kosovo-Føroyar 1-1 (0-0)

 

1-0 Beslimi (64.) 

 

1-1 Stefan Radosavljevic (77.) 

 

- Hetta var OK. Tað helt landsliðsvenjarin, Håkan Ericson aftaná 1-1 javnleikin móti Kosovo á útivølli.

 

Håkan Ericson heldur, at besta løtan var seinna helvt av fyrra hálvleiki. Tað sum dróg mest niður var, at orkan tyktist at ganga undan hjá fleiri leikarum.

 

Fyri landsliðsvenjarin hava hesir báðir venjingardystirnir havt stóran týdning, og nú fara hann og venjaratoymið í holt við eftirmetingina. Håkan Ericson fegnast eisini um, at hann hevur havt fleiri debutantar hesar báðar dystirnar, og serliga Noah Mneney fær nøkur góð orð á vegnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á FM1 við Håkan Ericson aftaná dystin niðri í Kosovo. 

 

Håkan Ericson um Kosovo-Føroyar 1-1 (0-0)

Håkan Ericson um Kosovo-Føroyar 1-1 (0-0)