Håkan hevur nú líka nógvar sigrar og javnleikir sum Allan

Håkan Ericson hevur átta sigrar og sjey javnleikir higartil sum føroyskur landsliðsvenjari

Tá Allan Simonsen legði frá sær sum føroyskur landsliðsvenjari í 2001 hevði hann átta sigrar og sjey javnleikir at vísa á, sum dystir við úrtøku hjá føroyska landsliðnum.

 

Undir tíðini hjá Allani Simonsen var tó einki U21-landslið. Tá var eitt U18-landslið tað nærmasta, ið var A-landsliðnum. Umsitingarliga var FSF eisini langt frá tí FSF er í dag. Tá í tíðina vóru heldur ongar Nations League kappingar. 

 

Aftaná glæsiliga 2-1 sigurin á Turkalandi á Tórsvølli ígjár hevur Håkan Ericson eins og Allan Simonsen átta sigrar og sjey javnleikir sum føroyskur landsliðsvenjari.

 

Fimm av sigrunum hjá Håkani Ericson eru í Nations League: 2-1 á Turkalandi, 2-1 á Litava í hesari Nations League kappingini, og 2-0 og 1-0 á Andorra, og 3-2 á Malta í undanfarnu Nations League kappingini.

 

Í undanfarnu HM-undankappingini bleiv talan um ein sigur: 2-1 á Moldova. Haraftrat er talan um tveir sigrar í venjingardystum móti Liktinstein: 5-1 og 1-0.

 

Javnleikirnir eru í hesari Nations League kappingini: 1-1 móti Litava og 2-2 móti Luksemborg á útivølli, og í undanfarnu Nations League kappingini: 1-1 og 1-1 móti Lettlandi, heima og úti, og 1-1 móti Malta á útivølli.

 

Í undanfarnu HM-undankappingini fingu vit javnleik 1-1 móti Moldova á útivølli. Í vár leiktu vit javnleik 0-0 móti Gibraltar í einum venjingardysti á útivølli. 

 

Um Håkan Ericson vinnur ein dyst aftrat við føroyska fótbóltslandsliðnum hevur hann líka nógvar sigrar sum Lars Olsen.

 

Lars Olsen, ið var føroyskur landsliðsvenjari millum 2011 og 2019 vann níggju sigrar og leikti javnt sjey ferðir við føroyska landsliðnum.

 

Kelda: Faroesoccer