-Eg kenni tað soleiðis, at tað eru endurtøkur frá dysti og til dyst, men eg havi somu kenslu í kvøld, sum eg so mangan havi havt. Eg eri stolur av spælarunum og avrikinum, sum teir vístu, og eg eri vónsvikin av úrslitinum, sigur Håkan Ericson, og hann heldur fram:
-Tað er eisini soleiðis, at eg havi kenslu av, at vit ikki hava marginalirnar við okkum. Brotssparkið, ið teir skoraðu í fyrra hálvleiki, var eitt, sum tað neyvan eru fleiri dómarar, ið døma, og tá ið teir við frísparki øktu til 2-0, var tað við kombinatión, sum neyvan hevði eydnast hjá teimum nógvu tær næstu ferðirnar, sigur Håkan Ericson.
Hví bundu tit ikki fyri, tá ið støðan var 2-2, og tað var møguleiki at vinna eitt stig?
-Vit høvdu skift framrættað út, so tað var ikki upplagt at fara aftur í verjustøðu. Og satt at siga so kendu vit tað soleiðis, at mótstøðumenninir vóru skelkaðir, eftir at vit høvdu vent 0-2 til 2-2. Vit kendu tað soleiðis, at vit høvdu møguleika at vinna øll stigini, og tað arbeiddu vit fyri. Tíverri miseydnaðist tað, staðfesti Håkan Ericson í samrøðu við Símun Christian Olsen í Kringvarpi Føroya.