Håkan: Tað verður millum Daniel og ein annan

FM1: Håkan Ericson hevur sett liðið og tað verður millum Daniel Johansen og ein annan á vinstra bakki

##med2##

 

Samrøða við Håkan Ericson (trýst á pílin omanfyri)

 

Håkan Ericson sigur seg hava sett liðið í høvdinum, sum skal spæla móti Ísrael í kvøld. Stóra avbjóðingin er at finna ein nýggjan mann á vinstra bakk, eftir at Viljormur Davidsen og Ári M. Jónsson endaðu í sóttarhaldi.

 

- Eg haldi meg hava eitt lið nú, men eg vil ikki geva mótstøðuliðnum nakrar informatiónir, so teir fáa tan lítla fyrimunin. Tí vil eg ikki siga meiri um liðið, enn at tað á vinstra bakki stendur millum Daniel Johansen og ein annan bakk, sigur Håkan Ericson og leggur afturat:

 

- Tað var sjálvandi keðiligt. Vit høvdu júst tilrættislagt seinastu venjingina, tá vit fingu boðini. Vit blivu eitt sindur kløkkir, og tað ávirkar eisini at málmansvenjarin, Andras Gango, eisini endar í sóttarhaldi. Her hava vit fingið Hans Jørgensen úr B36 inn.  Men vit mugu eisini læra okkum, at hava eyguni á uppgávuni. Tað finnast altíð loysnir, men tú skal líka hugsa tær í gjøgnum. Tí høvdu vit eisini ein longri leiðarafund í gjár, sigur landsliðsvenjarin.

 

Tað hava verið nakar ivastøður við trimum av okkara spælum, men venjingin í gjár gav ábendir um, at Håkan Ericson kann velja millum annar hinar spælararnar. Spurningurin er so hvussu nógv hann vil brúka teir ivasomu spælararnar í fyrsta dystinum.

 

- Status er, at vit verða uttan Viljorm Davidsen og Ára M. Jónsson, men vit vandu við Halli Hansson, Sølva Vatnhamar og Jóan Símuni Edmundsson alla venjingina, og tað sá betri út enn væntað. Vit vita eisini, at Hallur Hansson ikki hevur spælt seinastu tíðina og Sølvi Vatnhamar bara hevur spælt ein dyst seinastu tríggjar vikurnar. Jóan Símun Edmundsson hevur spælt fult fyri nýggja felagið, men fór út stutt fyri tíð í seinasta dysti við pínu í rygginum. Hann vandi ikki í gjár, sigur Håkan Ericson.

 

Tað hevur ljóðað, at Viljormur Davidsen møguliga sleppur út áðrenn tíð. Hesum vil Håkan Ericson tó ikki siga so nógv um.

 

- Tað er ikki ein spurningur, sum vit kunnu avgera. Tað er ein heilsuspurningur og vit halda okkum innanfyri allar tað reglur, sum eru galdandi. Eg veit ikki hvørjum hetta endar við, men Viljormur Davidsen hevur fingið tvey prik, sigur Håkan Ericson.

 

Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Ísrael á Tórsvølli. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar við upptakt longu klokkan 15.

 

##ms##