Haaki á Klaksvík við 470 tonsum

Haaki kom á Klaksvík úr Barentshavinum við 470 tonsum fyrra páskadag klokkan 14. Haaki mátti bíða í tveir tímar fyri at sleppa at í Ánunum, tí har lógu fýra stórir russarar. Tveir teirra skuldu avstað - ein til fiskarí og hin til Polands at leggja veiðu upp.

Klokkan 16 slapp Haaki at. Haaki leggur veiðina upp á frystigoymsluna í Ánunum. Hetta verður gjørt mikudagin, og fer hann skjótt avstað aftur.

Norðborg væntast í Ánirnar við 1700 tonsum seinnapartin annan páskadag.

- Eisini verða avskipaðar einar 20-25 bingjur av frystigóðsi fyrst í vikuni - so tað má sigast, at tað hendur hópin nógv í Ánunum, nú um dagarnar, sigur heimildarmaður okkara Dávur Winther úr Klaksvík