Haaland eitt mál afturat

Premier League: Erling Haaland hevur nú skotið 11 mál sjey dystum

Í gjár og fríggjakvøldið vóru dystir í 7. umfari í Premier League. Erling B. Haaland og Manchester City vunnu lættan 3-0 á Wolverhampton, og Tottenham skal eisini takast í álvara hetta kappingarárið.

 

Fríggjakvøldið uppflytara uppgerð á City Ground í Notthingham. Heimaliðið hevur keypt yvir tjúgu spælarar, men tað er ikki nokk til at vinna á hinum uppflytarunum. Í farnu viku tapti Nottingham Forest móti AFC Bournemouth, og fríggjakvøldið hendi tað sama móti Fulham, sum í løtuni liggur á sætta plássi.

 

Steven Gerrard, venjari hjá Aston Villa, hevur verið nakað kroystur hetta kappingarárið. Innanhýsis stríð um eitt nú liðskiparabandið og misjøvn úrslit hava sett sín dám á, men fríggjakvøldið bragdaði við einum 1-0 sigri á Southampton.

 

Í gjár vann Manchester City 3-0 á útivølli móti Wolverhampton. Longu aftaná ein minutt skoraði útskeldaði Jack Grealish til 1-0. Eitt korter seinni økti Erling B. Halland. Hansara 11. mál í sjey dystum. Tað er óhoyrt. Heimaliðið fekk eitt reytt kort løtu seinni og Phil Foden kundi seta punktum.

 

Nýríka Newcastle fekk bara javnleik á heimavølli móti AFC Bournemouth, meðan Tottenham vann heili 6-2 á kreppurakta Leicester, ið væntast at senda venjaran, Brenda Rodgers, heima skjótt. Væl lýddi Son Heung-min byrjaði á bonkinum eftir eina málleysa byrjan upp á kappingarárið. Hann svaraði aftur við at skora hattrik, eftir at hann kom inn í seinna hálvleiki.

 

Tríggir dystir eru útsettir vegna jarðarferðina hjá drotning Elizabeth. Tí eru bara tveir dystir í dag.

 

Premier League 7. umfar:

 

Fríggjadagin:

 

Aston Villa – Southampton 1-0

 

Nottingham Forest – Fulham 2-3

 

Leygardagin:

 

Wolverhampton – Manchester City 0-3

 

Brighton – Crystal Palace (Útsettur)

 

Newcastle – AFC Bournemouth 1-1

 

Tottenham – Leicester 6-2

 

Sunnudagin:

 

Brentford – Arsenal

 

Manchester United – Leeds United (Útsettur)

 

Everton – West Ham

 

Chelsea – Liverpool (Útsettur)

 

1Manchester City752023:617
2Tottenham752018:717
3Arsenal650114:715
4Brighton641111:513
5Manchester United64028:812
6Fulham732212:1111
7Chelsea63128:910
8Liverpool623115:69
9Brentford623115:99
10Newcastle71518:78
11Leeds622210:108
12Bournemouth72236:198
13Southampton72147:117
14Aston Villa72146:107
15Crystal Palace61327:96
16Wolves71333:76
17Everton60424:64
18West Ham61143:84
19Nottingham Forest71156:174
20Leicester701610:221