Hægstu karakterir nakrantíð í fimmgongd í Føroyum

Í vikuskiftinum var triðja innleiðandi ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í fimm ymiskum flokkum. Hetta er seinasta innleiðandi kappingin áðrenn FM, sum verður í juli.

Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti vísa her flott skeið í kappingini F1

Veðrið skikkaði sær einki serligt, tá innleiðandi umførini vóru hósdagin og fríggjadagin – har var fitt av vindi og nøkur heilt grov æl. Men leygardagin, tá finalan var, var turt og sól, so tá var hugaligari hjá bæði fólki og rossum.

 

Hægstu karakterir nakrantíð í fimmgongd í Føroyum

 

Heili seks pør høvdu meldað til í F1, sum er fimmgongd. Her skal rossið vísa øll gonguløgini – fet, trav, tølt, lop og skeið – og her er tað skeiðið, sum er mest spennandi. Rossini fáa tríggjar møguleikar at vísa skeið – og tveir teir bestu karakterirnir telja við. Leygardagin vóru tað Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti sum skaraðu langt framúr í fimmgongdini. Tær megnaðu at fáa 6,929 í miðal, sum er hægsti miðalkarakterur, ið nakrantíð er givin í fimmgongd í Føroyum. Í skeiðnum megnaðu tær at fáa heil 7,8 stig – og hetta er allarhelst eisini met.

 

Spenningur í fjórðgongd

 

Stutt var ímillum nummar eitt og tvey í fjórðgongdini. Tó vann Knút Lützen á Kára frá Ásbrú ein tepran sigur á Óluvu á Lofti á Kopari frá Hrauni við 6,967 stigum ímóti 6,900 stigum.

 

Kappingar fyri ung

 

Um nóg nógv ung undir 22 ár hava meldað til, so kappast tey fyri seg, og hesa ferð vóru kappingar í bæði V1 og T1 fyri ung – umframt kappingarnar T7, V5, V1, F1 og T1, sum eru bæði fyri ung og vaksin.

 

Samreiðssteyp og røktartallerkur

 

Hesa ferð vóru tað Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum, sum vunnu samreiðssteypið, ið verður latið til tað parið, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk, meðan Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu vunnu røktarsteyp fyri snøgga og vakra útsjónd.

 

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

 

Vinnarar av T7

 

Nr. 1 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti

 

Nr. 2 Helena Dahl Thomsen og Lómur frá Kvistum

 

Nr. 3 Margret Rasmussen og Stefnir frá Typpafossi

 

Vinnarar av V5

 

Nr. 1 Bryndis Hjartardóttir og Kráka frá Ósabakka 2

 

Nr. 2 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti

 

Nr. Óluva á Lofti og Björk frá Hlemmiskeiði 3

 

Vinnarar av V1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni

 

Nr. 3 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Kamilla frá Árbakka

 

Vinnarar av V1 Ung

 

Nr. 1 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed

 

Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Spegill fra Hodsager

 

Nr. 3 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur fra Frisendal

 

Vinnarar av F1

 

Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti

 

Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum

 

Nr. 3 Klæmint Tóruson Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli

 

Vinnarar av T1 Ung

 

Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

 

Nr. 2 Sedea BjarnadóttirNolsø og Stilkur fra Frisendal

 

Nr. 3 Elma Laksáfoss og Gjafar frá Grund II

 

Vinnarar av T1

 

Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú

 

Nr. 2 Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum

 

Nr. 3 Bárður Johannessen og Strákur frá Marknagili

 

 

 

 

 

Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti vísa her flott skeið í kappingini F1