Hækkað gjald úr barsilsskipanini á tingborð í morgin

Á tingfundi í morgin fer Løgtingið at viðgera uppskotið frá Ingilín D. Strøm um at hækka útgjaldið úr barsilsskipanini 5.000 krónur

 

Fyrsta mál á skránni er ófráboðaðir fyrispurningar, sum tingfólk kunnu seta løgmanni og landsstýrisfólki.

Talan er um 54. tingfund í hesum tingárinum, sum byrjaði á ólavsøku. Sambært ætlan tingsins fer Løgtingið til hús 22. mai. Vanliga heldur tingið millum 80 og 100 tingfundir um árið, so tað verða helst nógvir tingfundir fram til 22. mai.

Aftan á ófráboðaðu fyrispurningar, sum er fyrsta mál á skránni á tingfundinum hósdagin, fer Dennis Holm landsstýrismaður at hava framløgu av frágreiðing um sjófeingi.

Síðani veðrur onnur viðgerð av uppskotið til løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina.

Fjórða málið er elveitingarlógin og framleiðsla og søla av el og fjarhita – ella uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum uppskotið verður nevnt.

Fimta málið er um at hækka útgjaldið úr Barsislsskipanini. Tað snýr seg um hámarkið fyri útgjaldið, sum hevur verið 25.000 krónur seinastu 20 árini uttan at hava verið tillagað. Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, skjýtur nú upp at hækka hámarkið fyri barsilsútgjald úr 25.000 kr. um mánaðin upp í 30.000 kr. um mánaðin. 

Hon sigur eisini í viðmerkingum til uppskotið, at nýútbúgvin, sum gerast foreldur, hava einans møguleika at fáa barsilspening í tann mun, tey hava arbeitt seinasta árið fyri fráveruna orsakað av viðgongutíð, barnsburði ella ættleiðing.

– Ofta hevur verið tosað um, at hesi detta niður í millum skipanirnar, tí tey ikki longur eru í lestrarskipanini og eru ikki rættiliga komin inn á arbeiðsmarknaðin. Um tey t.d. eiga eina uppsparing, sum er størri enn 30.000 kr., hava tey ikki møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldsveiting í sambandi við barnsburð frá Almannaverkinum.

– Við hesum verður skotið upp, at studningur, sum tey nýútbúnu hava móttikið seinasta árið fyri fráveruna, skal telja við í útrokningargrundarlagnum fyri útrokningina av barsilspeningi. Hetta kann grundgevast við, at tey nýútbúnu jú hava nomið sær útbúgving, sum skal brúkast á arbeiðsmarknaðinum, og at flestu av teimum fara at rinda inn til Barsilsskipanina av framtíðarlønini alt arbeiðslívið.

– Á hendan hátt detta tey nýútbúnu ikki niður í millum skipanina við lestrarstuðli og Barsilsskipanina, um tey gerast foreldur í tíðarskeiðinum eftir loknan lestur, og áðrenn tey eru komin í arbeiði, sigur landsstýriskvinnan millum annað. Meira kann lesast um hetta uppskotið við at trýsta her