Sólareygað liggur ovaralaga á Sundsvegnum, og ikki kann sigast annað, enn at staðið er sera væl egnað til ein dagstovn. Ferðslan framvið stovninum er avmarkað, og ikki minst er tað sera hugaligt fyri bæði børn og starvsfólk, at nærmasti granni er hagin. Hetta ger tað sera høgligt at fara ein túr út í náttúruna.
Málningurin vendi á høvdinum
Sólareygað lat upp um miðjan januar mánað, og síðani fyrsta februar hava 48 vøggustovubørn havt sína dagligu gongd á stovninum.
Seinni er ætlanin, at tvær av stovunum á stovninum verða gjørdar um til barnagarðsstovur, og av tí at fleiri børn eru á barnagarðsstovum enn á vøggustovum, fer barnatalið í Sólareygað eisini at vaksa samsvarandi.
Nógv fólk var komið saman á móttøkuni fríggjdagin. Fleiri røður vóru eisini á skránni, og millum talararnar vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini, og Mirjam Johannesen, stovnsleiðari.
Heðin Mortensen og Jan Christiansen handaðu vegna býráðið stovninum eina gávu, og var tað ein stórur málningur, ið Anker Mortensen hevur málað. Málningurin eitur "rógva út á Balta" eftir einum gomlum skjaldri.
Eitt sindur av látri var eisini, tá ið Mirjan Johannesen fekk málningin handaðan frá borgarstjóranum og undangongumanni hansara, tí teir báðir vendu málningin á høvdinum, tá ið teir skuldu handa hann.
Fegin um stovnin
Leiðarin á Sólareygað, Mirjam Johannesen, segði í røðu sínari, at hon og hini starvsfólkini á stovninum vóru sera fegin um stovnin, og at tað nú var upp til tey at fylla tær frálíku rammurnar við tí rætta innihaldinum.
Á móttøkuni undirhildu tvey av starvsfólkunum, Kristina Dalsgarð og Jan Jacobsen, annars við frálíkum sangi, og nøkur av teimum elstu børnunum vóru eisini við í framførsluni av kenda barnasanginum "eg banki, eg buki.."
Fleiri enn 100 fólk vóru komin saman til móttøkuna, og tað vóru bæði foreldur, ommur og abbar, býráðslimir, umboð fyri aðrar stovnar, grannar og umboð fyri umsiting býráðsins.