Hákun og liðfelagarnir fáa spanska mótstøðu í áttandapartsfinalunum

Club Balonmano Granollers verður mótstøðuliðið hjá Skanderborg Århus

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus vunnu seg trygt víðari úr bólki D í EHF European League. Har eydnaðist tað Skanderborg Århus at tryggja sær annað plássið í bólki D við 14 stigum. Bert týska stórliðið, komandi liðið hjá Hákuni, Füchse Berlin var frammanfyri Skanderborg Århus í bólki D.

 

Skanderborg Århus fær spanska mótstøðu í áttandapartsfinalunum í European League.

 

Mótstøðuliðið verður Club Balonmano Granollers.

 

Fyrra áttandapartsfinalan verður leikt niðri í Spania 21. mars. 28. mars tekur Skanderborg Århus móti Club Balonmano Granollers á heimavølli,