Hákun og liðfelagarnir taptu seinasta bólkadystin í European League

Skanderborg Århus hevur fyri langari tíð síðan tryggjað sær annað plássið í bólki D

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus leiktu í kvøld seinasta dystin í bólki D í EHF European League.

 

Skanderborg Århus sum fyri langari tíð síðani hevur tryggjað sær annað plássið í bólkinum spældi í kvøld útidyst móti Bidasoa Irun í Spania.

 

Bidasoa vann dystin 29-26. Í steðginum var spanska liðið á odda 16-12.

 

Hákun skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.

 

Komandi liðið hjá Hákuni, Füchse Berlin vann bólkin við fullum stigatali, 20 stigum. Skanderborg Århus gjørdist nummar tvey við 14 stigum. Bidasoa gjørdist nummar trý við níggju stigum.

 

Næst fyri hjá Skanderborg Århus er at spæla áttandapartsfinalu móti einum trýara úr einum øðrum bólki.