Hákun skoraði fimm mál í útisigri hjá Füchse Berlin

Füchse Berlin er næstfremst í týsku bundesliguni við átta stigum fyri fýra dystir

Í dag fekk Hákun veruliga víst sítt virðið fyri Füchse Berlin í útidysti hjá Füchse Berlin móti Bergischer.

 

Füchse Berlin vann dystin 34-30, og Hákun skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir. Hákun gjørdist saman við Fabian Wiede næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin. Toppskjútti hjá Füchse Berlin var Lasse Andersson við seks málum.

 

Füchse Berlin var á odda 17-12 á steðginum.

 

Füchse Berlin er næstfremst í bundesliguni við átta stigum fyri fýra dystir.

 

Fyrr í dag tapti liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel rættiliga óvæntað á heimavølli fyri Melsungen.

 

Melsungen vann dystin 35-30. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

THW Kiel er nummar fimm í deildini við seks stigum fyri fimm dystir.