Hákun skoraði trý mál í tapi fyri botnliði

Skanderborg Århus livdi ikki upp til sín favorittleiklut móti Mors Thy

Hákun West av Teigum skoraði trý mál. Tvey mál frá høgra veingi og eitt mál aftaná skjótt kontraálop tá lið hansara, Århus Skanderborg var fyri heldur óvæntaðum tapi móti Mors Thy, ið bert hevði fimm stig undan uppgerðini í kvøld.

 

Mors Thy legði seg á odda við trimum málum tíðliga í dystinum, og teir megnaðu at halda fast við eina leiðslu allan dystin. Í steðginum var Mors Thy á odda 18-15.

 

Tapið var ein strika í rokningini hjá Skanderborg Århus, ið nú hevur rættiliga langt upp til Aalborg og GOG.

 

Skanderborg Århus hevur 14 stig fyri 11 dystir á triðja plássi. GOG er á odda við fullum stigatali, 20 stigum fyri 10 dystir. Aalborg er nummar tvey við 18 stigum.

 

Komandi týskvøld spælir Skanderborg Århus á heimavølli móti Fredericia, ið liggur eitt stig aftanfyri Skanderborg Århus.