Hákun toppskjútti hjá Skanderborg Århus við átta málum

Skanderborg Århus var fyri tapi á útivølli í endaspælinum, men føroyingurin á liðnum gjørdi tað framúr

Hákun West av Teigum var sera eyðsýndur og gjørdist í kvøld toppskjútti hjá Skanderborg Århus við átta málum, tá hann og liðfelagarnir spældu útidyst móti Bjerringbro Silkeborg í bólki 1 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Heimaliðið, Bjerringbro/Silkeborg vann tó dystin 29-26. Bjerringbro/Silkeborg var á odda 13-10 í steðginum. 

 

GOG er á odda í bólkinum við fýra stigum, Bjerringbro/Silkeborg hevur tvey stig, Skanderborg Århus hevur eitt stig og Ribe-Esbjerg er aftast við einum stigi.

 

Sunnudagin spælir Skanderborg Århus dyst á heimavølli móti Ribe-Esbjerg.