Við ársbyrjan varð býarfríðkan sett ovarlaga á dagsskránna hjá nýggja býráðnum í Vági, og hevur býarfríðkan eisini í alt ár verið ein týðandi partur av virkseminum hjá fólkunum í Teknisku deild hjá kommununi, sigur Vágs Kommuna m.a. í tíðindaskrivi.
Fríðkað er um ymsastaðni í býnum og nú í heyst hava arbeiðsmenn hjá kommununi nýgjørt parkeringsøkið millum FAST-støðina og Heilsumiðstøðina. Ein partur av økinum er flísalagt, parkeringsbásar eru gjørdir av nýggjum og girðing er gjørd, og ljós sett í pelarnar, sum standa kring parkeringsøkið.
Eisini er gjørdur bonkur og borð, soleiðis at fólk kunnu seta seg eina løtu. Umframt parkeringøkið, so er atgongdin til økið við Heilsumiðstøðina eisini gjørt av nýggjum og flisalagt.