Halda borgarafund um at byggja 190 bústaðir á Argjum

Og har verður okkurt at tosa um, tí grannar hava mótmælt byggingini

Mánakvøldið verður borgarafundur í skúlanum á Argjahamri um ætlanina at bygga 190 nýggjar bústaðir oman fyri Argjahamar. Umframt bústaðir, verður eisini pláss fyri dagstovnum og øðrum, umframt eitt miðstaðarøki. Eftir ætlan verður arbeiðið at gera grundstykkini búggibúgvin, liðugt um hálvtannað ár, ella á sumri næsta ár.

 

Økið, sum verður stykkjað út, leggur seg uppat býlinginum uppi á Argjahamri, skúlanum á Argjahamri og dagstovninum á Argjahamri.

 

Talan er um blandaða bygging, har eitt øki er lagt av til ymiskt tænastuvirksemi við 22 íbúðum í ovaru hæddunum, umframt 82 raðhús – har 37 raðhús eisini kunnu innrættast við tveimum íbúðum. Harumframt verður grundstykki til eini 46 sethús.

 

Og tað verður kanska okkurt at skifta orð um á borgarafundinum, tí grannar hava mómælt at bygt verður soleiðis sum ætlað. Tey siga, at býráðið hevur lovað teimum, at einki skuldi byggjast á einum øki tí tað skuldi vera fríøki. Men umsitingin hjá býráðnium sigur, at tey kenna einki til nakað lyfti av hesum slagi. Tað er heldur ikki skrásett í nøkrum samskifti millum partarnar. Tey vísa eisini á, at tað verða umleið 31 metrar millum gomlu raðhúsini og tey nýggju.

 

Umsitingin metir, at tað er ikki alneyðugt, at júst hetta økið verur brúkt til fríøki. Tey skilja ynskið hjá grannunum, men kortini meta tey, at bústaðarneyðin er so stór, at tørvurin á bústøðum gongur fram um hesi ynski, tí fríøki kunnu og verða løgd av aðrastaðni.

 

Á fundi í gjár samtykti býráðið at fara undir ætlanina, og mánakvøldið verður so borgarafundur, har greitt verður frá ætlanini og har fólk fáa høvi at siga sína hugsan.