Halda jól umborð á Smyrli

Tey fáa góðan jólamat og royna a hugna sær sum frægast

Tað eru ikki bara sjófólk, sum eru stødd á havinum, ið halda jól umborð. Tað gera summi sjófólk eisini, hóast skipið liggur við bryggju í Føroyum.

 

Strandfaraskipið, Smyril, fær ikki siglt í dag fyri veður og nú hann liggur við bryggju, eru tað eini níggju, ella tíggju fólk, ið halda jól umborð.

 

Tey allarflestu eru tey av manningini, ið eru norðaneftir, men manningin úr Suðuroy, er farin til húsa at halda jól í kvøld.

 

Okkurt undantak er kortini, og tað er Lonnie Bengtsen, sum arbeiðir umborð, og sum skuldi halda jól saman við familjuni í Sandvík.

 

 Men veðrið er so ringt, at mælt hevur verið frá at fara á fjøllini við bili, og tey ráðini hevur hon tikið til eftirtektar.

 

Sostatt heldur hon jól umborð saman við restini av manningini. Eisini skiparin, Niels Harald Michelsen heldur jól umborð. Hóast hann býr á Tvøroyri, er hann umborð av trygdarávum, nú tað er so ringt veður.

 

Lonnie Bengtsen sigur, at tey hava tað trygt og fjálgt umborð, og vit hava tað hugnaligt, hóast fjørðurin glaðar og tað er rokstormur.

 

Hon sigur eisini, at kokkurin roynir at fjálga um manningina, so tey fáa góðan mat og í kvøld fáa tey jóladøgvera við øllum tí, sum hartil hoyrir.