Halda móðurmálsdagin í Løkshøll

Í dag verður Móðurmálsdagurin 2017 hildin í Løkshøll í Runavík.

 

Hóast altjóða móðurmálsdagur er 21. februar, so verður føroyskur móðurmálsdagur hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Hann varð føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819 – og tí verður hildið, at hesin dagur eigur at vera førosykur móðurmálsdagur, tí ávirkanin, sum Hammershaimb hevði á móðurmálið hevur verið so avgerandi.

 

Tað eru Móðurmálslærarafelagið, Nám, Sosialurin, Málráðið og Mentamálaráðið, sum skipa fyri móðurmálsdegnum.

 

Hesaferð hava fyrireikararnir valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin. Tað verður lýst í fimm stuttum fyrilestrum.

 

Tað verður Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, sum býður vælkomin, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum setur dagin í Løkshøll klokkan 13.

 

Jógvan í Lon Jacobsen fer at hugleiðga um yrkismál og almannamál, Elin Henriksen fer at tosa um yrkismál í støddfrøði og Marjun Arge Simonsen fer at tosa um yrkorðagerð.

 

Eftir kaffisteðg fer Maria Dam at tosa um yrkismál í evnafrøði og Randi Kúrberg um føroyskt ítróttarmál.

 

Millum framløgurnar fer Elinborg Pálsdóttir at sygnja.

 

Tiltakið endar við, at Móðurmálsvirðislønin 2017 verður handað.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið Kristin Magnussen frá Málráðnum, greiða frá um dagin.