Vaktar og Bjargingarskipið, Brimil, er nú aftur á veg í Skopunarfjørð at kanna møguleikarnar fyri, hvat er at gera, eftir at ein bátur varð ásigldur í Skopunarfirði hósnáttina, og har ein maður ikki er komin aftur í aftur enn.
Báturin, sum sakk, ein minni glastrevjabáur, lá á 75 metra dýpi og fríggjadagin vórðu tríggar royndir gjørdar at trola eftir honum við tí endamáli at fáa hann upp.
Tað vóru Stelkur og Vesturtúgvan, sum trolaðu eftir bátinum, men royndin miseydnaðist. Men ímeðan roynt varð at fáa bátin trolið, hevur hann flutt seg og í gjár varð so enn ein roynd gjørd at finna hann við skannara.
MRCC sigur í morgun, at tey halda seg hava funnið bátin, men at tað er ikki endaliga staðfest enn. Og í løtuni er Brumil á veg á vanlukkustaðið at meta um støðuna fyri at vita, hvat er at gera.
MRCC hevur nevnt møguleikan at gera enn eina roynd at trola eftir bátinum. Ein annar møguleiki er at lora eitt undirsjóvarmyndatól niður og royna at avmynda bátin so væl sum gjørligt fyri at vita um nakað sæst til mannin, sum ikki er komin afturíaftur. Og ein triði møguleiki er at vita um tað ber til hjá serútgjørdum froskmonnum at fara niður til bátin.
Annars sigur MRCC, at ongin skipað leiting er eftir horvna manninum í dag.