Halgimennið sum gjørdist jólamaður

Vanliga verður sagt, at søgan um jólamannin hevur sín uppruna í munkinum Sankta Niklas, ið varð borin á heim í býnum Patara í ár 280 og seinni gjørdist biskupur í havnarbýnum Myra í Lýkia.


Sambært søgnini um Sankta Niklas var hann ein gávuríkur persónur, ið gav alt sítt ríkidømi til tey, ið høvdu brúk fyri tí, og halgaði lív sítt til at hjálpa teimum sjúku og fátøku.


Sum øldirnar gingu ferðaðust søgurnar um Sankta Niklas víða um og í endurburðartíðini var hann vorðin tað best dámda halgimenni í Evropa og var verjin hjá børnum, handilsmonnum og sjómonnum. Í 13. øld varð stóra barnafestin í Fraklandi løgd 6. desember, ið er minnisdagur Sankta Niklas. Hendan dagin var siðvenja, at geva gávur til børnini.


So væl dámdur var hann, at tá fleiri halgimenni mistu undirtøku eftir trúbótina, hildu fólk fast um biskupin úr Patara, og so líðandi byrjaði hann at líkjast jólamanninum, ið vit kenna í dag.


Mett verður at siðvenjan við jólamanninum er komin til Føroyar úr Danmark í 20. øld, men er hann í Føroyum nakað øðrvísi enn aðrastaðni. Í sanginum ”Eg eri jólamaðurin” hjá Marius Jóhannesen verður nevnt, at hann er í koti og svørtum knæbuksum, meðan bústaðurin er í einum hulduheyggi.


Í Føroyum hava jólamenninir eisini fingið nøvn sum Kertustubbi og Greytasleikur, ið serliga blivu kend í Føroyum, tá teir í 90'unum vóru at hoyra í Barnaútvarpinum hjá Útvarpi Føroya, har føroysk børn kundu ringja inn til teirra.


Hesin stubbin er partur av eini størri grein ”Hvaðani stavar tað”, ið var at lesa í jólablaðnum hjá Miðlahúsinum, ið bleiv borið út í hvørt hús í Føroyum fyrst í desember.