Halgir 40 ár sum advokatur

Í dag 2. oktober eru 40 ár liðin, síðan Halgir Winther Poulsen byrjaði sum advokatur í Føroyum. Hann kom úr starvi í Danmark og fór at arbeiða hjá Leivur Lützen og Demmus Hentze.

Halgir hevði arbeitt nøkur ár í Danmark, og hann arbeiddi eisini hjá sjálvum Mogens Glistrup. Halgir hevur alt gott at bera Glistup, uttan at tað harvið er sagt, at hann lærdi av honum! Glistrup var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og tá fingu teir eitt prát um gamlar dagar.

Halgir er sonur Kristonnu, ættað av Tvøroyri, og Niels Winther Poulsen, sum var úr Skopun. Halgir er tó føddur í Sumba, har pápin tá var lærari. Seinni fluttu tey tó til Skopunar, og Halgir gjørdist skopuningur.

Tað er nógv broytt innan sakførarayrkið hesi 40 árini. Tá vóru teir tríggir advokatar á skrivstovuni, nú eru teir átta.

 

Tað er tó enn meira broytt, síðan Petur Alberg skrivaðu í síni dagbók fyri 1899:

“I Dag kom Postdampskibet Laura fra København. En passager hertil var Prokurator Alberg Weihe med Kone og to Børn. Alberg Weihe skal nedsætte sig her i Thorshavn som Sagfører, men det kan vist ikke nytte ham noget, thi det er meget sjældent, at en Sag er for Retten, saa han faar vel ikke meget at gøre.”

Tað skal tó sigast, at Petur seinni strikaði hetta út aftur í dagbókini. Kanska hevur hann seinni funnið útav, at henda metingin í hvussu er var skeiv!

 

Halgir hevur verið ein fínur advokatur, og hann hevur altíð verið góður í ráðum. Men hann hevur eisini gjørt seg galdandi á fleiri týðandi økjum.

Nú øll eru so spent uppá oljuna skal ikki gloymast, at tað var Halgir, sum stoypti kúlurnar í samband við samráðingarnar við danir um undirgrundina. Her var so væl grundgivið og undirbygt, at danska stjórnin sum frá leið ongan annan útveg sá sær enn at gevast á hendur. Sjálvur sigur Halgir, at hetta er ein tann mest spennandi uppgáva, hann hevur havt.

Seinni var hann eisini við í samráðingunum um undirgrundarmarkið við Bretland. Her stóð eisini leingi nógv á, men so loysnaði, og tað fekst ein semja, sum øll eru fegin um.

Halgir hevur eina stuttliga søgu frá tíðini, tá ið verulig kreppa var í landskassanum. Hann var biðin um at fara til Íslands at umboða Føroyar í samráðingum um Rock All. Men tað var so lítið av peningi í landskassanum, at hann varð spurdur, um hann ikki kundi leggja ferðaseðilin út uppá at fáa peningini aftur, tá tað aftur fløddi í landskassanum!

Halgir hevur eisini í øðrum málum verið nýttur sum ráðgevi hjá tí almenna. Um tað hevur verið lurtað eftir hansara ráðum hevur valdast eitt sindur, um hetta hevur hóskað politisku áhugamálunum. Í Jógvan S málinum var tað ikki opportunt at fylgja hansara greiða tilmæli, men rættarmálið aftaná gav honum viðhald.

Nú Halgir er farin um pensjónsaldur er hann blivin dómari. Hann er enntá fyrsti føroyskt setti dómarin, nevniliga í fasta gerðarrættinum, sum skal taka støðu í fakligum ósemjum. Afturat hesum umboðar hann almenningin í fjølmiðlanevndini. Hetta eru alt øki, har tað er brotið upp úr nýggjum, og avbjóðingarnar eru har eftir.

Hinvegin letur Halgir nú hini á skrivstovuni taka sær av vanligum rættarmálum.

Halgir er giftur við Ásu Ellefsen úr Miðvági. Tey eiga børnini Niels, Elin, Kristionnu og Jógvan Elias. Væl hevur Halgir dugað at alt síni børn. Trý teirra eru løgfrøðingar, og eitt av teimum er eisini gift við einum løgfrøðingini. So gud viti, hvat tey tosa um, tá ið familjan kemur saman!

Vit ynskja tillukku og góða eydnu framyvir.

 

ó.