Fyri tveimum tímum síðani, sendi løgreglan út ávaring um, at koyrilíkindini vóru sera ring vegna hálku og mælti frá óneyðugari koyring.
– Støðan kann best lýsast soleiðis: "Tað er sum á kalvabaki", skrivaði vaktleiðarin.
Men í eini seinni dagføring sigur løgreglan frá Landsverki, at tey hava saltað allar landsvegir sum vanligt í morgum.
– Í løtuni er tað bert Selatraðarvegurin, vegastrekkið millum Raktanga og Selatrað, ið er stongdur fyri allari ferðslu, sigur vaktleiðarin á politistøðini.