Hevur drotningin ynskt at síggja nakað sjálv?
- Nei, hon hevur bara sagt, at hon vil uppliva nógv. Hon er glað um, at hon sleppur til Mykinesar eftirsum tað ikki bar til seinast, hon var her. Hon gleðir seg eisini nógv til grottukonsertina.
Hvørjum flogfari kemur drotningin við?
- Hon kemur við egnum militerflogfari.
Hvussu gera tit við hennara roykipausir?
- Hon hevur upplýst, at hon ikki roykir alment longur.