Á Hallandi degi

yrking

O dagur heystsins kom við køldum vindum
og rakstrarhoyggi gult um túni feyk.
At grána tók á evstu fjallatindum
har stormur hvassur gjøgnum øldir streyk.
Nú boygnar deyðagrasið bleikt á teigum
av farnum summri sólin fána er,
í fjarun líðum langt av mannaleiðum
við rán í huga ravnur er á ferð.

O heim at gørðum kýrnar seigan fjakka
eitt fylgi kvirt sum fylgir somu slóð
og ross í tolni sínar leiðir traðka
og fuglur fluttur er um oyðnan sjóð.
Hygg handan liða fylgi kvirra stendur
ein trøllslig tøgn av komnum heystið er
til fjós og básar hugur teirra vendur,
nú dagur aftnar sól í vestri fer.

Tað garta børn í trongum skímaskotum
ímillum hjallar flagtakt hús og neyst
tað gaman var í mjúkun sunnanlotum
tá dagar styttust - aftur nærkast heyst.
Ein angi dróg um hús av summarsgrøði
sum kvøldarrákið yvir túni bar,
har leika børn í síni verð og frøði
so lætt og meinaleyst hvørt hjarta slær.

Sett sólin er og áfram tímans streymar
sum tolin alda gjøgnum øldir rann.
O summar fánaði sum fagrir dreymar
tess eingjaljóð um heiðar bráðan svann.
Nú leingjast skuggar millum hús og garðar,
sum dagur styttist náttin verður longd,
dimmi fjalir fjøll og fyllir fjarðar.
Lampan undir bitan verður hongd.
-----
Hugmynd frá yngri árum
Viggo Johannesen