Hallby misti sigurin tá fýra sekund vóru eftir av dystinum

Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby varðveittu frástøðuna til tvey tey aftastu liðini

Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld týdningarmiklan dyst í bestu svensku hondbóltdeildini.

 

Dysturin var á útivølli ímóti Aranäs, ið liggur aftast í deildini.

 

Tá 18 sekund vóru eftir skoraði Charles Hugoson til støðuna 26-25 til Hallby. Men ólukkutíð eydnaðist tað Joseph Helgesson tá bert fýra sekund vóru eftir at javna til 26-26, ið gjørdist endaliga støðan av dystinum.

 

Aranäs var á odda 15-10 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Hallby omaná, men tað rakk akkurát ikki til ein sigur. 

 

Rói gjørdist saman við Charles Hugoson toppskjútti hjá Hallby. Teir skutu seks mál hvør. Pætur skoraði eitt mál í kvøld. 

 

Hallby er fjórðaftast í deildini við 15 stigum. Teir eru bert eitt stig frá fimtaftasta plássinum, har AMO hevur 16 stig. Megnar Hallby at enda á fimtaftasta plássinum aftaná lokið grundspæl, so sleppa teir undan at spæla dystir um niðurflyting. 

 

Eina stigið í kvøld merkir tó, at Hallby við 15 stigum varðveitir frástøðuna til tvey tey aftastu liðini, Lugi og Aranäs sum hava níggju stig hvør. Lugi og Aranäs hava fimm dystir eftir at spæla, meðan Hallby hevur fýra dystir eftir at spæla. So tað skuldi borið til hjá Hallby at sloppið undan aftasta plássinum, og harvið beinleiðis niðurflyting.