Halleluja, eg elski Jesus

Vágur: - Tað er ikki Frelsunarherurin sum so, ið betýðir mest fyri meg. Eg eri við her, tí at eg elski Jesus, sigur 37 ára gamla Karina Magnussen, sum er ein av soldátunum í Frelsunarherinum í Vági. - Eg fái hvørki sagt tað øðrvísi ella betri, enn sangurin sigur tað: “Halleluja, eg elski Jesus”. Tað er mín motivasjón, og tí geri eg tað sum eg geri.

- Frelsunarherurin er mítt andaliga heim. Her kenni eg meg heima og kenni meg væl, og her er eisini pláss fyri mær, slær 37 ára gamla konan, mamman og lærarin fast.

Heilt frá barnaárum hevur Karina kent gleðina og vælsignilsið við at vera saman við hinum í hesum felagsskapinum. Eisini tá onnur settu spurnartekin við tað.

Hon kann minnast, at tey í hennara nærumhvørvi mangan undraðust á, at hon tímdi at fjasast við slíkt. Og undranin gjørdist ikki minni, tá hon avgjørdi at víga sítt lív til arbeiðið í Frelsunarherinum í heimbýnum.

- Ja, onkur teirra spurdi meg, um tað var neyðugt at blíva soldátur. “Kanst tú ikki bara vera ein vanligur limur, og so er tað nokk?”

- Men eg hevði fingið so nógv gott frá teimum í Frelsunarherinum, og nú vildi eg fegin geva tað víðari. Ja, eg vildi faktist at onnur skuldu fáa fatur í somu trúnni á Jesus, sum eg havi, sigur hon brosandi.

Í hesi samrøðuni sigur hon eitt sindur um lív sítt í og uttanfyri Frelsunarherin.


Okkurt nýtt

Var tað nakað sum lítlu Karinu dámdi sum barn, so var tað at ganga í sunnudagsskúla.

Í Vági vóru tey vælsignað við fleiri sunnudagsskúlum, m.a. í honum í samkomuhúsinum Bethel. Og her møtti Karina trúfast upp, sunnudag eftir sunnudag.

Umframt hetta týdningarmikla arbeiðið fyri børnini, hevði Frelsunarherurin eisini eitt barnaarbeiði, ið tóktist vera sera væl umtókt millum Karinu og mong av hinum børnunum, einamest tí at leiðararnir dugdu so væl at finna uppá.

- Eg byrjaði so at ganga her, og legði beinanvegin merki til, at arbeiðið var sera væl skipað, og at tey eisini dugdu einastandandi væl at taka sær av okkum. Tað besta var kortini tað, at allar tær vinkonurnar sum eg fylgdist við, eisini gingu her.

- Og vit høvdu tað sera gott her, bæði til álvara og gaman. Tey funnu altíð uppá okkurt, - ja, tað var næstan ikki tað ting, sum vit ikki gjørdu her, sigur Karina brosandi.


Strangar reglur

Upp gjøgnum ungdómsárini fekk Karina eisini vinir í Frelsunarherinum, og í dag eru hesar framvegis tær nærmastu vinkonur hennara.

Tær gjørdust meiri og meiri virknar í arbeiðinum í Vági, og tað kom so langt, sum at tær eitt skifti fóru til Noregs at luttaka í tí víttfevnda arbeiðinum sum henda rørslan hevði á hesum staði, millum annað Røros.

Men Karina varð eggjað til uppaftur meiri: Hon slapp eisini inn á teirra offiser-skúla. Her vóru fleiri góð ting, men hinvegin var hesin skúlin heldur strangur og øðrvísi, enn tær føroysku genturnar vóru vanar við frammanundan.

- Skúlin hevði fleiri løgnar reglur, m.a. um, hvussu langur kjólin skuldi vera og hvussu frakkin skuldi síggja út. Hesar strongu reglur og onnur viðurskifti gjørdu, at eg mátti gevast á skúlanum, sigur Karina, sum kom heimaftur bæði ørkymlað, kedd og ikki minst vónbrotin.

Úrslitið av hesum gjørdist ikki bert tað, at hon var givin á einum skúla hjá Frelsunarherinum. Ein onnur avleiðing av hesum var, at hon í roynd og veru slepti sambandinum við Frelsunarherin.

Hon gavst at ganga til teirra tiltøk í samfull 10 ár, inntil 2002, tá hon vendi aftur.


Ágangur

Sum lærari í Vágs skúla gongur Karina í vanligum klæðum, men “i dagens anledning”, nú fólka frá Oyggjablaðnum komu á gátt, hevði hon latið seg í eina skjúrtu við tí eyðkenda symbolinum hjá Frelsunarherinum á.

Hetta symbolið og tey serstøku og eyðkendu soldáta-klæði teirra verða yvirhøvur sædd við positivum eygum. Sært tú ein mann ella kvinnu í slíkum búna, er eingin ivi um, at her bankar eitt hjarta fult av kærleika og umsorgan fyri næstanum.

Karina eigur eisini slík klæði, og hevur altíð dámt væl at bera "búnan", sum vit kallað tað í herinum.

- Eg havi ongatíð lagt nakað í tað, sum onnur hava sagt um tað at eg var ein trúgvandi. Eg eri bara tann sum eg eri, hvørki meiri ella minni.


“Onkur” var eg

Lukkutíð fyri Karinu fekk hon aftur samband við teir vinirnar, sum hon hevði havt í Frelsunarherinum. Og fyri átta árum síðani kom hon við aftur í hesa rørsluna.

- Um tað mundið savnaðust vit í tí gamla húsinum, men tá vit so fluttu í tann nýggja bygningin, gjørdist eg meiri aktiv. Beint tá manglaðu tey ein til at taka sær av sunnudagsskúlanum, og tá eg varð spurd, tók eg við gleði av hesi tænastuni.

- Mær hevur altíð dámað væl tónleik, og tá eg sjálv spæli uppá guitara, var tað eitt gott høvi at kunna gera nakað fyri Harran uppá tann mátan, greiðir Karina frá.

Hon tosaði mangan við leiðaran í Frelsunarherinum, Ben Eli Dam um at gera okkurt fyri børnini í dag, eins og tað varð gjørt, tá hon var barn og ung.

Karina sá tørvin á, at tey ungu høvdu eitt gott og trygt stað at koma til, m.a. í sunnudagsskúlanum. Hon sá eisini tørvin á einum sangkóri fyri børn, og fyri einum ári síðani byrjaði hon eitt slíkt.

- Man kann jú ikki bara tosa um at einki er, og at einki verður gjørt fyri tey ungu. Onkur mátti gera tað okkurt, og tann “onkur”, tað var altso eg. Og tað er eisini deiligt og hugaligt, at dóttir mín syngur við í kórinum, sigur Karina brosandi.

Barnakórið er nú farið í summarfrí, men beint undan hesum vóru tey m.a. og vitjaðu í kristnu útvarpsrásini Lindini, og fingu framført nakrar av sangum teirra.

- Jú, eg elski hetta barnakórið. 




Nær er møti?

Í einum samfelagi sum tí í Vági, kenna øll hvønn annan og vita nógv um hvønn annan.

At fólk eisini vistu um ta andaligu síðuna hjá Karinu og tordu at spyrja inn til tað, vísir henda søgan sera væl:

Ein dagin herfyri kom ein umleið 20 ára gamal drongur, sum hon hevði havt sum næming í Vágs skúla, yvir til hana og spurdi, um hon var leiðari í Frelsunarherinum.

- Eg svaraði honum aftur, at tað var eg ikki, men at eg var virkin í rørsluni. Hann ætlaði bara at vita, nær møti var aftur í Frelsunarherinum. Og so segði eg honum tað!

Dagin eftir var møti við svenska evangelistinum, Roger Larsson, og hesin unglingin kom á møtið, og er av og á á møti hjá Frelsunarherinum.

Hann fekk eitt heilt serligt møti við Guð á tí møtinum!