Hallið minkast 117 milliónir

Fyrrapartn í gjár legði Aksel V. Johannesen fram játtanarkarmin fyri fíggjarlógina 2012. Hallið verður skorið úr 546 milliónum í 2011 niður í 429 milliónir krónur í 2012.

Størstu tíðindini tóktust vera, at samgongan ikki er samd um játtanarkarmin fyri 2012. Kaj Leo Johannesen gav í gjár eftir øllum at døma Fólkaflokkinum knívin fyri barkan: Eru tit partur av samgonguni ella ikki!
Men Fólkaflokkurin tekur framvegis ikki undir við játtanarkarminum, og tí stóðu bert tveir av teimum trimum samgonguflokkunum aftan fyri uppskotið, sum fíggjarmálaráðharrin legði fram fyrrapartin í gjár.
Rakstrarútreiðslurnar eru settar til 4.574,8 milliónir krónur, sum saman við einum íløgukarmi á 280 milliónir tilsamans geva ein útreiðslukarm á 4.854,8 milliónir krónur.
Inntøkurnar eru settar til 4.425,7 milliónir krónur, og tað gevur eitt hall á 429,1 millión krónur.
Á einstøku ráðunum sæst, at almannamál hevur nógv størstan karm, heilar 1.667,3 milliónir krónur, sum er smáar 740 milliónir meir enn karmurin hjá Mentamálaráðnum, og 770 milliónir meir enn tann, hjá Heilsumálaráðnum.
Sagt verður í viðmerkingunum, at tað sjálvandi eru óvissur tengdar at útreiðslusíðuni, tó at hon er munandi lættari at meta um enn inntøkusíðan.
- Óvissan á útreiðslusíðuni snýr seg serliga um rentugongdina, oljuprísgongdina og úrslitini av lønarsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, verður sagt í viðmerkingunum.

Rakstrarútreiðslur tálmast
Víðari verður sagt í viðmerkingunum, at við so óvissum fortreytum er tað ein stór búskaparlig avbjóðing at stýra eftir einum máli, sum er at fáa landskassahallið burtur í 2015.
- Tað ber til at gera forsøgnir, sum nøkurlunda vísa, hvussu stórur búskaparvøksturin verður í nærmastu framtíð, men eingin er førur fyri at spáa um búskaparvøksturin fleiri ár fram í tíðina. Tí skulu metingarnar av inntøkum landskassans fram til 2015 takast við stórum fyrivarni, verður sagt í viðmerkingunum.
Víst verður á, at ein annar trupulleiki er, at tiltøk, sum skulu minka um hallið á fíggjarlógini, virka tálmandi á búskaparvøksturin og tí eisini á inntøkur landskassans. - Tiltøk, sum skerja útreiðslur landskassans, ella tiltøk, ið økja skattainntøkurnar, minka eftirspurningin í samfelagsbúskapinum og tí eisini í ein ávísan mun bæði búskaparvøkstur og inntøkur landskassans, verður sagt í viðmerkingunum.
Landsstýrið ásannar, at fyri at røkka málinum at fáa hallið burtur á fíggjarlógini í 2015, mugu rakstrarútreiðslurnar ikki vaksa meira enn 1% árliga. Hetta merkir, at neyðugt veðrur við sparitiltøkum komandi árini, og skulu nýggjar raðfestingar gerast hesi árini, mugu enn fleiri sparingar gerast.

Aðalráðini fækkast
Høvuðsraðfestingarnar í 2012 fara til barnafamiljur, útbúgvingarøkið og tilbúgvingina.
Íløgurnar til skúla-, almanna- og heilsuverkið verða eisini øktar munandi, samstundis sum peningur er settur av til nýtt havrannsóknarskip. Innan almenna bygnaðin verða rationaliseringar og sparingar framdar við at minka talið av aðalráðum úr níggju niður í seks, og at javnseta løgtingslimir og landsstýrisfólk við aðrar borgarar, tá tað snýr seg um endurgjald fyri ferðaútreiðslur.
- Fyri at varðveita ungu familjurnar í Føroyum verður barnafrádrátturin øktur, samstundis sum meira verður sett av á útbúgvingarøkinum, bæði til rakstur og løgur, verður sagt í viðmerkingunum.
Eisini verður dentur lagdur á, framhaldandi at tryggja flest møguligum skikkaðum umsøkjarum á miðnámsskúlunum eitt lestrarpláss.
Komandi ár verður fult virksemi á Ellis- og røktarheiminum í Vági og á Økisdeplinum í Vági. Í juni 2012 letur Ellis- og røktarheimið í Vestmana upp, og í oktober 2012 letur Ellis- og røktarheimið í Tórshavn upp og í mai 2012 letur so Ellis- og røktarheimið í Klaksvík upp, og tyrlutilbúgvingin verður munandi uppstigað í 2012, men samstundis verður tilfeingisgjaldið økt.
Longu tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 varð evnað til, varð lagt upp til at lækka talið av aðalráðum úr níggju niður í seks eftir valið.
- Endamálið við at endurskoða og minka talið av aðalráðum er at fáa meira fyri skattakónurnar við at samskipa og styrkja fakliga umhvørvið soleiðis, at miðfyrisitingin verður smidligari til frama fyri einum betri tænastustøði. Hetta fer sum frálíður at hava sparingar við sær, verður sagt í viðmerkingunum til játtanarkarmin fyri 2012.