Hallur á palli saman við Bellamy Brothers

Føroyski countrykongurin framførdi saman við amerikansku countrybeiggjunum á norskum countryfestivali fríggjakvøldið.

Hallur Joensen gav fyri nøkrum vikum síðani fløgu út, har hann syngur saman við kendum útlendskum sangarum – eitt nú Kris Kristofferson, Bobby Bare og Charley Pride.


Bellamy Brothers eru eisini við á útgávuni, og teir syngja nýskrivaðan sang saman við Halli. Sangurin “Send Me A Letter Amanda” er blivin eitt hitt, og fríggjakvøldið framførdi Hallur sangin live saman við Bellamy Brothers. Hetta var á størsta countryfestivalinum í Noregi – Norsk Country Treff í Breim.

 

- Tað var ein stór løta fyri meg at verða á pallinum og syngja saman við Bellamy Brothers, og framførslan gekk sera væl, sigur Hallur Joensen.


- Men tað var ein enn størri løta fyri meg hetta vikuskiftið, tá ið dóttirin Jessica stýrdi Fípuni Føgru til 1. pláss á Vestanstevnu. Eg og konan jublaðu við tárum í eygunum, tí vit vita, hvussu nógv arbeiði liggur aftan fyri tann sigurin, sigur Hallur Joensen.


Hallur hevði eisini framførslu við egnum bólki á norska festivalinum, og ta framførsluna var hann eisini væl nøgdur við.