Hallur Hansson: Hetta er meira enn ein dystur fyri meg

FM1: Liðskiparin hjá føroyska manslandsliðnum stríðist við skaða, men vil ikki hava avrikið í Istanbul sitandi á sær

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

##med2##

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin

 

Í kvøld klokkan 19.45 verður annar Nations League dysturin á skránni hjá føroyska landsliðnum. Hesa ferð á heimvølli móti Luksemborg. Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson, fekk ein stoyt í dystinum í Turkalandi, men kempar fyri at blíva klárur.

 

- Eg kempi fyri at blíva klárur, men eg veit ikki um klári at spæla. Eg eri alt fyri at verða klárur, tí eg vil ikki hava avrikið í Turkalandi sitandi á mær, sigur liðskiparin við FM1.

 

Nations League landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg verður á Tórsvølli í morgin klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum millum Føroyar og Serbia klokkan 16.15, og síðani verður sent á Tórsvøll.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen)