Hallur Hansson hevur givið avboð

Manslandsliðið: Liðskiparin á landsliðnum hevur ikki verið á landsliðnum síðani juni 2022

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur úttikið 21 av 24 spælarum til Nations League dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettland. Tað merkir, at tríggir spælarar koma afturat listanum seinni í vikuni.

 

Fleiri hava gitt, at Hallur Hansson fór at koma á landsliðið. Hann er formliga liðskipari á manslandsliðnum, men hevur ikki spælt síðani í juni 2022. Ein álvarsligur knæskaði hevur gjørt at miðvallarin ikki hevur spælt við fullari ferð í longri tíð.

 

Nú er loksins ljós fyri framman, tí Hallur Hansson hevur vant og spælt við fullari í eina tíð fyri KÍ. Hann hevur tó í samráð við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson, valt at geva avboð til komandi landsdystirnar.

 

- Eg tosaði við Hallur Hansson bæði fríggjadagin og í gjár. Hann bað fyrst um tíð at hugsa seg um og í gjár blivu vit samdir um, at tað er best at hann situr yvir hesaferð. Hallur hevur nógv um at vera og er eisini blivin pápi, sigur Håkan Ericson.

 

Landsliðsvenjarin heldur ikki at tað er ein trupulleiki at taka Hall Hansson við, sjálvt um hann ikki kemur beint inn sum startari og liðskipari. Håkan Ericson er samstundis ovfarin av, at miðvallarin er komin seg so skjótt eftir álvarsama knæskaðan.

 

Føroyar spæla tveir dystir í Nations League kappingini á hesum sinni. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli móti Norðurmakedónia 7. septembur, og seinni dysturin verður á Skonto leikvøllunum í Riga í Lettlandi 10. septembur.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Teitur M. Gestsson, HB

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Verjan:

 

Jóannes K. Danielsen, KÍ

 

Jann J. Benjaminsen, B36

 

Viljormur Davidsen, HB

 

Daniel Johansen, Hillerød

 

Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)

 

Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)

 

Samuel J. Chukwudi, HB

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Arnbjørn Svensson, Víkingur

 

Miðvallarar:

 

Brandur Hendriksson, Frederikstad (Norra)

 

René Shaki Joensen, KÍ

 

Hanus Sørensen, HB

 

Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)

 

Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF (Norra)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Mads B. Mikkelsen, KÍ

 

Álop:

 

Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

 

Klæmint A. Olsen, NSÍ

 

Petur Knudsen, NSÍ

 

Venjari: Håkan Ericson og Eli Hentze