Hallur Hansson spældi allan dystin

Hallur Hansson var við frá byrjan, tá AaB í kvøld tapti 4-0 fyri FCK í Parkini. Hetta er fyrstu ferð, at hann spælir við frá byrjan.

 

FCK byrjaði við fullari ferð, og kom á odda longu aftaná sjey minuttir, tá Nicolai Jørgensen skoraði. Stutt seinni økti sami maður eftir horna. Áðrenn farið varð til hálvleiks høvdu Kenneth Emil Petersen og Cesar Santin økti til 4-0.

 

Føroyski landsliðsmiðvallarin spældi á verjukenda miðvøllinum, men eins og restin av AaB liðnum, so gekk minni væl. FCK vóru vandamiklir at kalla hvørja ferð teir royndu seg móti málinum – líkamikið um talan var um deyðbóltsstøður ella úr opnum spæli.

 

Í seinna hálvleiki kom AaB betri við, meðan FCK helst tók sær av løttum. Tíggju minuttir fyri tíð vísti TV3plus ein lista yvir teir, ið høvdu runnið mest á vøllinum. Hallur Hansson hevði runnið fjórð mest av øllum, so orkini bilar einki.

 

FCK er oddalið, meðan AaB ligur nummar trý í Superliguni.