Hallur íblandaður ósigri

Hallur Hansson og Vendsyssel taptu í dag 2-1 fyri AGF. Hallur byrjaði inni

Hallur Hansson spældi í ein góða tíma, tá Vendsyssel í dag tapti 2-1 fyri AGF í næstbestu deildini í Danmark. Hallur Hansson spældi á framrættaða miðvøllinum.

 

AGF kom á odda í fyrra hálvleiki, men stutt inn í seinna hálvleik javnaði Vendsyssel. Hesa løtuna trýstu Hallur Hansson og Vendsyssel AGF, men tað kostaði í hinum endanum. Donsku viðmerkjararnir á TV3 Sport1 mettu, at Hallur Hansson skuldi havt verið ágrýtnari í støðuni, sum førdi til málið.

 

Minuttir seinni mundi Hallur gjørt skaðan góðan aftur, tá hann meddaði til stutt uttanfyri brotsteigin, men skotið fór framvið. Løtu seinni bleiv føroyski landsliðsspælarin útskiftur.

 

Úrslitið merkir, at AGF nærkast uppflytingin, meðan Vendsyssel fær torført við at vinna sær uppflyting hesaferð.