Bæði AC Horsens við Halli Hansson, og Vejle BK við Viljormi Davidsen eru í niðurflytingarbólkinum í donsku Superliguni. AC Horsens tapti avgerandi dystin móti AGF um vikuskiftið. Hallur Hansson spældi allan dystin á miðvøllinum.
Superligan hevur eina endaspælsskipan, har liðið verða bólkaði alt eftir hvussu tey hava klárað seg í grundspælinum. Nú er bólkaspælið í endaspælinum komið at enda og tveir føroyskir spælarar eru í niðurflytingarvanda.
AC Horsens tapti 3-1 móti AGF og skal nú spæla tveir dystir móti Vendsyssel. Vinnarin verður verandi í Superliguni, meðan tapandi liðið av hesi uppgerðini skal spæla tveir niðurflytingardystir móti nummar trý í næstbestu deidlini.
##med2##
Eisini Vejle BK og Viljormur Davidsen, sum bleiv útvístur í gjár, skulu spæla tveir dystir móti Hobro. Vinnarin verður verandi í Superliguni, meðan tapandi liðið av hesi uppgerðini skal spæla tveir niðurflytingardystir móti nummar tvey í næstbestu deidlini.