Halt teg til sannleikan, Essa!!!

Í Degi og Viku týsdagin 10. november var eitt innslag við Essa Petersen, har hann nevnir mítt navn í samband við eina kalliga móttøku av uppskoti teirra til uppboðssølu útróðrarmanna.

Samrøðan, sum hann sipar til, fann stað, men innihaldið í henni er so skeivt citerað, at tað saktans kann tulkast sum eg einsamallur havi verið virkandi til, at Meginfelag Útróðrarmanna hevur tikið tað støðu tað hevur í dag.

Eg skal bert minna á, at enn hevur ikki ein einasti limur í Meginfelag Útróðrarmanna heitt á meg um at taka málið upp, sjálvt um teir eru kunnaðir um hetta frá fyrsta degi av. Og fer tú at lesa bløðini eitt sindur aftur í tíðina, so sært tú fyri ein part hví. Uppboðssølan skuldi bert vera fyri ein part av útróðrarmonnunum, hinir skuldu gjalda eyka. Eg royndi at spyrja teg eitt sindur nærri um, hvussu tit ætlaðu at reka hetta virksemi, men fekk bert tá at vita at eg var negativur. Var tað møguligt hjá okkum at taka nakra avgerð á hasum grundarlagnum?

Hvat eg haldi um Sjótorgið er líkamikið í hesum høpinum. Mín meining er bara ein, men tað er tann samlaða meiningin hjá limunum í Meginfelag Útróðrarmanna sum telur, og hon hevur talað. So næstu ferð, halt teg til sannleikan, tað fer at tæna okkum øllum best.


Chris Jan Michelsen

800 Tvøroyri