Hálvleikur: Føroyar á odda ímóti Týsklandi

Støðan er 16-15 til Føroyar, sum spælir hondbóltslandsdyst ímóti Týsklandi í Høllini á Hálsi í løtuni.

 

Hóast týskarar komu heldur betur frá byrjan, so hevur leikað javnt á, og tá eini fimm minuttir vóru eftir av hálvleikinum, komu Føroyar upp á javnt 14-14 – og tá hálvleikurin var liðugur stóri 16-15 til Føroyar.

Tað hevur riggað væl hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum veruliga hevur víst, at hann er í heimsflokki.