Hálvt ár síðani síðsta sigurin á heimavølli

07Vestur sigur farvæl í Klaksvík, har heimaliðið ikki hevur vunnið í seks mánaðir

Í teoriini er møguleiki fyri, at bæði liðini, sum seinnapartin hittast í Klaksvík, næsta ár skulu spæla í næstbestu deildini. 07Vestur er flutt niður, og tað er ein evarska lítil møguleiki fyri, at KÍ eisini skal flyta niður. Men hann er so lítil, at tað ikki verður roknað við honum. Lítli møguleikin verður veruleiki, um 07Vestur vinnur í Klaksvík, og TB á heimavølli vinnur á Víkingi. Møguleikin er eisini treytaður av, at málmunurin hjá KÍ versnan og TB batnar óvanliga nógv. Undan síðsta umfarinum er málmunurin hjá KÍ -7, og hjá TB er hann -21!

07Vestur er á veg til Klaksvíkar uttan miðverjan Téhé Aristide, sum er leikbannaður eftir reyða kortið, sum hann sá longu eftir eitt korter ímóti AB síðsta sunnudagin.

Allir klaksvíkingarnir eru tøkir uttan Gunnar Christiansen, sum er skaddur, og Ivan Joensen, sum er burturstaddur í útbúgvingarørindum. Sørmundur Kalsø hevur verið eitt sindur skaðaplágaður, men tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla.

Undan síðsta umfarinum hevur 07Vestur spælt trettan ferðir á útivølli. Tað hevur ongantíð eydnast at vinna fulla úrtøku, men tríggjar ferðir hevur 07Vestur vunnið eitt stig – í málleysum javnleikum í Gundadali ímóti HB og B36 og í Sarpugerði, har úrslitið var 2-2.

Hagtølini hjá KÍ á heimavølli í ár eru rættuliga soltin. Bara tvær ferðir er eydnast at vinna fulla útrøku – 3-0 í fyrsta umfari ímóti TB og 5-2 ímóti 07Vestur 28. apríl ella í ovurmorgin fyri einum hálvum ári síðani! Ta ferðina var heimaliðið eftir ein tíma frammanfyri 2-0. Camara skoraði tvey mál, og so var javnt, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Síðstu løtuna skoraði KÍ tríggjar ferðir.

Dagin fyri ólavsøkuaftan vann 07Vestur 2-1 á heimavølli ímóti KÍ. Ta ferðina skoraði veteranurin Tór-Ingar Akselsen bæði málini fyri heimaliðið.