Nógv mest sannlíkt er tað bara stríðið um svarta per, sum er á skránni á Argjum seint seinnapartin. Breið semja tykist vera um, at tað verður leygardagsfótbóltur á Argjum og á Toftum næsta kappingarár.
Í botnuppgerðini seint seinnapartin á Argjum er dagsskráin at sleppa undan aftasta plássinum. Tað eru átta stig frá AB og fram til Skála á áttanda plássi. Tá ið AB áður hevur megnað tað í sluttspurtinum, sum eingin hevði roknað við, spøkir møguleikin, at tað kanska fer at eydnast einaferð aftrat.
-Vit spæla fyri møguleikanum, sum vit halda okkum hava. Um vit ikki vinna ímóti B68, so eru vit foknir. Eg rokni við, at Víkingur vinnur ímóti Skála. Um tað gongur, sum vit vóna, og sum er avgjørt, áðrenn vit fara undir okkara dyst í dag, so verður fjarstøðan fram til áttanda plássið fimm stig, og so verður tað ikki heilt vónleyst, tí vit eiga Skála á heimavølli um ein mánað, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen.
Mannfallið er framvegis stórt í AB: Liðformaðurin og verjuskansin Rói Danielsen er leikbannaður, Árni G. Nielsen er farin av landinum í lestrarørindum, og Rógvi Poulsen, Gert Drangastein og Jobin Drangastein eru allir skaddir.
B68 hevur framvegis ikki vunnið fulla úrtøku. Eliesar Olsen hevur síðani á ólavsøku staðið á odda í royndini at venda gongdini á Svangaskarði:
-Verjuspælið var betri ímóti B36 síðsta sunnudag, enn tað hevur verið, men vit megna ikki at vinna málmøguleikar úr støðunum. Nú eru toppliðini avgreidd í hesum umfari, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður ímóti AB. Málið er at vinna fyrsta sigurin, og bæði vit og argjamenn vita, at alt annað enn full úrtøka er ikki nóg mikið, sigur Eliesar Olsen.
Evrard Blé er tøkur aftur eftir leikbann. Esmar Clementsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Niklas Poulsen og nýggi álopsspælarin Damir Ibric Yüksel vera førir fyri at spæla ídag. Teir eru báðir skaðadarvaðir.