Tríggir ísraelskir gíslar, nummar eitt, fýra og sjey frá vinstru, vórðu leyslatnir til Reyða Kross leygarmorgunin. - Mynd: Hatem Khaled/Reuters

Hamas letur leysar tríggjar gíslar í Gaza

Tríggir menn, sum Hamas hava hildið fangar í Gazageiranum, vórðu í dag latnir Reyða Krossi.

Tríggir ísraelskir gíslar, nummar eitt, fýra og sjey frá vinstru, vórðu leyslatnir til Reyða Kross leygarmorgunin. - Mynd: Hatem Khaled/Reuters

Tað vísa sjónvarpsupptøkur úr býnum Deir el-Balah, har handanin fór fram. Her vórðu teir tríggir gíslarnir heintaðir í akførum hjá Reyða Krossi.

Ísraelski herurin hevur á sosiala pallinum X váttað, at teir tríggir gíslarnir eru leyslatnir.

Áðrenn avhendingina vóru teir tríggir menninir vístir fram á einum palli framman fyri fleiri hundrað fólkum.

Talan er um 34 ára gamla Or Levy, 52 ára gamla Eli Sharabi og 56 ára gamla Ohad Ben Ami. Seinni hevur týsk-ísraelskan ríkisborgararætt.

Við teimum hevur Hamas latið 16 ísraelar og fimm tailendingar leysar. Leyslatingin í dag var tann fimta av sínum slag síðani 19. januar.

 

/Ritzau/

 

 

 

Tríggir ísraelskir gíslar, nummar eitt, fýra og sjey frá vinstru, vórðu leyslatnir til Reyða Kross leygarmorgunin. - Mynd: Hatem Khaled/Reuters