Hamferð: Høvdu als ikki roknað við at vunnið

Hamferð gjørdist leygarkvøldið vinnarin av tónleikakappinginin Sement 2010, og sostatt eisini besti nýggi bólkur í Føroyum. Og vinnararnir hava stórar ætlanir fyri framman. Hvat kalla tit sjangruna, sum bólkurin spælir?

- Sjangran, sum vit spæla, kalla vit fyri Doom Metal. Tað er eitt slag av heavy, sum leggur meira dent á seint tempo og eina meira óhugnaliga, ella sorgabundna atmosferu.

 

Hvussu nógvir limir eru tit í bólkinum?

- Vanliga eru vit seks limir, men nakrir búgva uttanlands, í Svøríki og Danmørk. Tó er tað ikki ein trupulleiki, og allir limirnir vera aftur í summar.

 

Hvønn leiklut hava teir ymisku limirnir?

- Eg gangi út frá, at allir taka sær av ymiskum. John Hansen, sangarin í bólkinum skrivar sangtekstirnir saman við mær. Og allir tekstirnir eru 100% á føroyskum og handla nógv um navnið Hamferð. Týdningurin í orðinum er at ganga aftur sum eitt spøkilsi kanska. Eftirsum at sangtekstirnir handla nógv um at sjólátast, og nógvar føroyskar familjur hava verið úti fyri tí, hildu vit, at tað passaði væl til.

 

Hvat helt tú um sement, og um støðið hjá bólkunum?

- Eg helt, at tað var á øgiliga høgum støði, og tað hjálpti nógv, at umstøðurnar vóru batnaðar frá í fjør. Eg varð bilsin av, hvussu væl tað varð fyriskipað, og hvussu gott ljóðið var í Perluni. Og eg haldi, at allir luttakarirnir í finaluni vóru sera góðir. Tað má hava verið ringt hjá dómarunum at avgera vinnarin.

 

Heldur tú, tað var líka støði hjá tykkum øllum?

- Ja, eg helt, at tað var øgiliga tætt í millum allir luttakararnar.

 

Hevði tú væntað at vinna?

- Nei, slett ikki, eg ætlaði mær faktiskt yvir í Hvonn at fáa mær eina øl, tá ið vinnarin varð kunngjørdur. So, nei, tað kom heilt óvæntað á meg.

 

Hvussu kendi tú tað so, tá ið tú hoyrdi at Hamferð hevði vunnið?

- Eg varð heilt bilsin. Eitt sindur illgrunasamur kanska, men at enda øgiliga glaður.

 

So tú helt, tit høvdu uppiborið tað?

- Vit hava í hvussu so er vant nógv og arbeitt hart fyri tað. Vit brenna fyri tí og vilja gjarna blíva við, og vinningurin gevur okkum heilt klárt eitt skump í rætta rættningin.

 

Heldur tú, at ein bólkur sum tykkara, klárar at yvirliva í Føroyum?

Heldur tú, at tit fara at spæla nógva staðni og fara at blíva við at skriva tónleik og syngja?

- So leingi sum vit varða okkara áhuga, so skulu vit nokk blíva við. Eg haldi ikki, at tað er so avgerandi, hvussu nógv fólk koma til konsertirnar, ella hvussu nógvan miðladekning vit fáa. Hetta er nakað vit hava valt at gjørt, tað er nakað sum kemur inni frá.

 

Hava tit nakrar serligar ætlanir fyri framman?

- Ikki meira ætlanir, enn ein vanligur bólkur hevur. Men, eftirsum vit fingu studiotíð í vinning frá Sement, so ætla vit at útnytta tað til at gera eina útgávu. Vit ætla at byrja upptøkurnar í summar, og vónandi kemur fløgan út seinni í ár. Tað verður so ein EP ella okkurt líknandi.

 

Hvat við konsertum og sovorðið?

- Ja, tað verða í øllum førum framførslur, áðrenn vit fara at framføra á G! og summarfestival. Og so fleiri aftaná tað eisini.

 

Skrivað hava Marin Eidesgaard ogSigurbjørg Fríða Nielsen, starvspraktikantar í Miðlahúsinum.