- Seinastu tíðina er stórt arbeiði lagt í at hampa og dagføra økið vestanfyri bátahylin á Toftum. Tað eru Falkon og EM Asfalt, sum hava gjørt arbeiðið saman við teknisku deild hjá Nes kommunu.
Í Nes kommunu siga tey, at Falkon hevur javnað og planerað part av økinum, umframt at hava gjørt ábøtur á verjugrótið. EM Asfalt hevur asfalterað økið, sum er nakað oman fyri 3.000 fermetrar til støddar.
- Tíðliga á heysti 2018 varð økið millum virkisbygningarnar hjá Faroe Orgin, sum er umleið 1.000 fermetrar, eisini asfalterað, leggja tey í Nes kommunu aftrat.