Mangur, sum gekk fram við Vágs Skipasmiðju í farnu viku, mundi venda sær meira enn einaferð.
Ternan I er gamal kenningur í ferjuflotanum, men hon var sum hamskift einu løtuna í farnu viku. Líktist ikki sær sjálvari. Einu løtuna var hon hvít øll sum hon var. Síðani skifti hon aftur ham og varð grøn. Burtur vóru gomlu kendu litirnir: svart og hvítt.
Ternan I líktist tó brátt aftur sær sjálvari og nýggju litirnir vóru bert grundlitir, ið vórðu lagdir á, áðrenn góðu, gomlu litirnir aftur skuldu smyrjast á skipið.
Klassing
Ternan I hevur havt ein longri steðg í Vági. Talan er um 5 ára klassing og tá verður farið nágreiniligari til verka, enn til árliga eftirlitið, sigur Magnus Magnussen frá Stranferðsluni.
Ternan I hevur verið í Vági síðani 1. oktober. Skipið er 40 ár, so nógv er at gera, tó at stóru lutirnir eru í góðum standi, so sum motorar og annað.
Magnus Magnussen væntar, at skipið kann fara av Vági síðst í vikuni, men tá er enn okkurt eftir at gera, so Ternan I kemur ikki aftur í sigling beinanvegin.