Handilin hjá Mariu Poulsen dagførdur

Tað er nógv hent hjá Mariu Poulsen Búnýti í Tórsgøtu í ár. - Allur handilin er dagførdur, og nú fáa vit jarðhita, sigur Súsanna á Dul.

 

 

2020 gjørdist ikki árið, tá sølan av kuffertum hjá Mariu Poulsen Búnýti setti met. Tað syrgdi korona fyri. Men, handilin í Tórsgøtu hevur so nógv annað, sum fólk spyrja eftir, og her er serliga talan um ymiskar búnytisvørur og lutir.

- Vit hava ein breiðan kundaskara, og her síggja vit fólk í øllum aldri, bæði nær og fjar.

Tað sigur Súsanna á Dul, sum er handilsleiðari hjá Mariu Poulsen í miðbýnum.

Hóast Føroyar eins og heimurin allur hevur verið raktur av koronu, letur stjórin ikki illa at søluni higarti í ár. - Nei, vit skulu ikki klaga. Vit stongdu í fýra vikur í vár, men hesa tíðina brúktu vit til umbygging og dagføring av handlinum. So, hetta passaði í so máta væl hjá okkum.

Súsanna á Dul sigur, at vindeyguni í bygninginum eru skift, og bygningurin er vorðin bjálvaður. Fyrst varð niðara hæddin tikin og síðan hin ovara.

- Loft eru skift, og gólvini eru pussað, eins og alt el í húsinum er nýtt. Tað hevur eydnast okkum at fáa ymiskt av tí gamla fram aftur, og síðan er nýtt komið aftrat, soleiðis at handilin nú eftir okkara tykki er sera snøggur, sigur hon.

Tað er nógv hent hjá Mariu Poulsen Búnýti í Tórsgøtu í ár.

- Vit hava eisini fingið eitt borihol í túninum á 400 metrar, sum er djúpsta borihol í Føroyum, og fyrsta dagin verður bygningurin eisini rikin við jarðhita, sigur Súsanna á Dul, sum vísir á, at hjá teimum var eingin ivi um, hvussu bygningurin skuldi hitast í framtíðini.

Tað var ikki ein spurningurin um, hvørt oljutangin skuldi skiftast.

- Hetta er ein stór íløga, men vit halda, at tað ger einki, um Maria Poulsen, sum eisini er veitari av hitaloysnum, gongur undan, sigur handilsleiðarin, sum ásannar, at hetta er ein spennandi tíð, nú so nógv er hent í húsunum.