Amerikanski handilsdómstólurin hevur forðað fyri tolli, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, kunngjørdi 2. apríl.
Tað siga fleiri miðlar eitt nú Reuters og CNN.
Sambært CNN tekur avgerðin tolllin, sum hava verið lagdir á fleiri útlendskar vørur í USA, burtur.
Hetta er millum annað galdandi fyri tann tíggju prosent grundtollin, sum í apríl varð lagdur á vørur úr flestu londum, tá tær verða útfluttar til USA.
Hetta er eisini galdandi fyri 30 prosent tollin, sum er lagdur á kinesiskar vørur og 25 prosent tollin á nakrar vørur úr Meksiko.
Sambært CNN er avgerðin ikki galdandi fyri 25 prosent tollin, sum er lagdur á bilar, stál og aluminium.
Ein dómaranevnd við trimum dómarum dømdi, at Donald Trump er farin út um sínar heimildir við at seta ein generellan toll á innflutning úr londum, sum selja fleiri vørur til USA enn tey keypa.
Í USA krevur tollur á útlendskar vørur vanliga góðkenning frá kongressini.
Men Donald Trump hevur ført fram, at hann eisini hevur heimild at seta nýggjan toll, og ført fram, at handilsjavnan hjá USA er ein tjóðarneyðstøða. Samveldishandilsdómstólurin er ikki samdur.
- Ein óavmarkað útveiting av valdinum at áleggja toll vildi verið ein óhóskandi flyting av lóggávuvaldinum til ein annan part av stjórnini, skrivar panelið í fráboðan sambært AFP.
Dómararnir komu til ta niðurstøðu, at ein og hvør tulking av lógini, sum "útveitir óavmarkaða heimild at áleggja toll, er í stríð við grundlógina".
Trump-stjórnin kærdi málið fáar minuttir eftir avgerðina hjá Handilsdómstólinum.
- Løgfrøðiliga kvettið er úti av kós, skrivar varastabsleiðarin hjá Trump, Stephen Miller í einum uppslagi á X.
Síðan Donald Trump varð tikin í eið sum forseti í januar, hevur hann lagt fram toll móti nærum øllum londum í heiminum.
/Ritzau/