Klaksvík: - Tvær lítlar undirskriftir, sum koma at kollvelta handilslívið í býnum!
Øðrvísi kann ein ikki lýsa løtuna, tá stigtakarin Óli Marner Christiansen og borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen seinnapartin í gjár settu undirskriftir sínar undir miðbýarætlanina í Klaksvík.
Talan er um at byggja næststørsta handilsbygning í Føroyum, og sum kemur at hýsa einum hópi av handlum, skrivstovum og øðrum virksemi.
Hinvegin fevnir ætlanin eisini um eina sonevnda MargHøll, har møguleikar verða fyri einum hópi av tiltøkum, heilt frá ráðstevnum og sølustevnum til innandura fótbóltskappingar.
Umframt hetta er eitt Torg í miðjum bygningi, har mong ymisk tiltøk kunnu stáplast uppá beinini. Við hesum ynskir ein at fáa ein savningarstað fyri klaksvíkingar og norðoyingar og helst ein góðan part frá restini av landinum.
Ætlanin er at fara undir verkið sum skjótast, tí miðað verður eftir at lata Handilsdepilin upp í november mánaði 2007 tað vil siga um hálvtannað ár.
Kostnaður fyri ætlanina er um 130 mió. kr. Miðað verður eftir at alt skal verða merkt av góðsku og dygd, og tí slepst neyvan undir ein minni prís enn henda.
Tað eru longu liðin nógv ár síðani ein partur av víkini varð fylt út til eitt slíkt endamál. Hetta hevur higartil ligið um ein myrk og køld grótrúgva í hjartanum av Klaksvík.
Nú er umsíðir líkt til at hetta økið verður fylt við lívi, fólki og fjølbroyttum virksemi.
- Hetta skal ikki bert snúgva seg um handlar og tílíkt. Hetta skal eisini gerast eitt sosialt savningarstað fyri allar Norðoyingar, sigur stigtakarin, Óli Marner Christiansen.
Royndir savnast
Í Klaksvík varð í síni tíð eitt 20.000 fermetrar stórt øki fylt út innan í sjálvari víkini, har ætlanin leingi hevur verið at ein slíkur handilsdepil skuldi standa.
Spurningurin hevur bara verið, hvat tað skuldi brúkast til og nær, ið nakað virksemi fór at koma her.
Fleiri ætlanir hava verið frammi, men henda ætlanin sum seinnapartin í gjár varð løgd fram, er løgd væl til rættis og er kannað og fyrireikað út í æsir.
- Vóru vit byrjaðir fyrri, høvdu vit neyvan havt eitt so gott prosjekt, sum tað vit hava her í dag. At vit hava bíðað so leingi, hevur bara gjørt ætlanina betri og við størri undirtøku, sigur Óli Marner.
Stigtakararnir hava havt gott samstarv við tvær danskar fyritøkur, sum á hvør sín hátt hava drúgvar royndir í slíkum arbeiðum.
Millum verkætlanirnar sum hesar báðar fyritøkur hava átt lut í eru Fields, Fiskecenteret og Frederiksbergcenteret, umframt ein hóp av øðrum miðbýarætlanum og handilsdeplum í Danmark, Íslandi og øðrum londum.
Allar hesar royndirnar tilsamans verða nú savnaðar á einum og sama staði mitt í hjartanum í Klaksvík, sum eftir ætlan skal gerast tað nýggja savningarstað norðoyinga.
Ætlanin er tí at hesin handilsdepilin og Marghøllin skulu hýsa konsertum, ráðstevnum og øðrum stórtiltøkum.
18 handlar
Hóast ætlanin ikki varð kunngjørd fyri almeninginum fyrrenn í gjár, er líkt til at stigtakararnir hava havt samband við ein hóp av fyritøkum og handlum, sum í framtíðini kunnu og skulu hava innivist her.
Óli Marner vildi undir framløguni ikki nevna nøvn á fyritøkum og handlum. Hann vísti kortini á, at Norðoya Sparikassi, sum er ein av eigarunum, skal hava nýtt høvuðssæti í miðbýnum.
- Annars hava vit seriøsar samráðingar við ein matvøruhandil, sum eisini skal inn. Men tað er ov tíðliga at nevna nakað navn enn, sigur Óli Marner.
Í aðrar mátar er ætlanin at einir 16-18 serhandlar skulu inn í handilsdepilin, umframt fitness-depil, Netcafé, bókasavn og tílíkt.
Mennir handilslívið
Undir fyrireikingunum hava stigtakararnir havt fleiri fundir við Handilsfelagið í Klaksvík.
Fyrr var kanska ein størri mótstøða ímóti eini slíkari ætlan, men í dag er vent í holuni: Stór semja tykist vera um, at ein slíkur handilsdepil er avgjørt neyðugur í dag.
Ein annar spurningur er, um hesin kanska fer at drepa handilslívið í býnum. Men hesum er Óli Marner als ikki samdur í.
Fleiri av handlunum í býnum sýna nevniliga hesi ætlanini stóran áhuga, og er longu nú gjørd munnlig avtala við 18 teirra. Umframt hesar verða eisini handlar uttanfyri Klaksvík í deplinum.
- Tað er eisini spennandi, at fleiri klaksvíkingar ætla sær nú undir nýggjar handlar sum ikki finnast í býnum í dag.
- Hetta haldi eg vera sera positivt og er at fegnast um, sigur Óli Marner.
Hinvegin so vísti hann á, at Handilsdepilin ikki fer at verða orsøk til at handlar doyggja út. Roknað verður nevniliga við, at fólk fara at koma aðrastaðni frá at keypa í Klaksvík, nú koyrandi er um Leirvíksfjørð.
Við báti og bili
Eitt er so handilsdepilin, MargHøllin og Torgið. Uttandura verður eisini gjørt alt fyri, at pláss skal verða fyri teim vitjandi og so er líkamikið um tey koma við báti, bili ella til gongu.
Rundan um Handilsdepilin er ætlanin at gera bátabrúgvar, soleiðis at fólk kunnu koma til býin sjóvegis og lata bátar sínar liggja trygt í miðbýnum.
Nógv parkeringspláss skulu haraftrat útvegast, bæði inni í deplinum, men eisini uttandura. Ein 2000 fermetrar stórur parkeringskjallari skal gerast, umframt tað at møguleikar verða at seta bilin frá sær uttanfyri.
Ætlanin er somuleiðis at tey vitjandi skulu kunna ganga av Biskopstø og yvir í Handilsdepilin. Umhugsað er, at gera ein langa gongubrúgv yvir í depilin, men spurningurin er kortini um henda verður gjørd beinanvegin.
Savningardepil og magnet
Hóast talan er um ein handilsdepil, verður tað kortini MargHøllin og tað stóra Torgið sum koma at virka sum ein savningardepil ella magnet fyri fólk.
Á hesum støðum skulu verða møguleikar fyri alskyns sløgum av tiltøkum, so sum konsertir, ráðstevnur, framsýningar, partar av tiltøkunum í samband við Norðoyastevnuna, Sjómannadagin og annað.
Í Marghøllini verður somuleiðis møguleiki at skipa fyri fótbóltskappingum, talvolympiadum, innandura rógvikappingum, sølustevnum, ráðstevnum og mongum øðrum tiltøkum.
Endamálið er at draga klaksvíkingar inn í henda stóra depilin, og soleiðis fáa allir partar gagn og gleði av hesum.
- Vit eru sannførdir um, at Klaksvíkin hevur brúk fyri einum slíkum handilsdepli.
- Tí vóna vit bara, at fólk fara at taka væl ímóti hesum eisini aðrastaðni frá, sigur Óli Marner.
Eitt kraftsentur
Henda stóra ætlanin er gjørd í tøttum samstarvi við t.d. Klaksvíkar kommunu.
Ein slíkur handilsdepil hevur verið frammi áður, men nú er líkt til, at hann umsíðir gerst veruleiki.
- Í dag er veðrið gott uttandura, og er eisini gott í hjørtum okkara. Eg vænti avgjørt, at hesin handilsdepilin fer at verða til miklan heiður fyri Klaksvík.
- Ja, eg vænti faktiskt, at hesin fer at gerast eitt kraftsentur aftrat í okkara býi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
FAKTA
Handilsdepil í Klaksvík
Íalt verður Handilsdepilin 14.500 fermetrar til støddar.
Av hesum verða 6.500 handlar og torg
2000 fermetrar parkeringskjallari
2000 fermetrar MargHøll
4000 fermetrar skrivstovur, handlar og annað
Kostnaður um 130 mió. kr.
Byrjast skal beinanvegin, soleiðis at øll ætlanin kann standa liðug í november mánaði 2007