Handilsskúlin nærkast universitets støðu

Føroya Handilsskúli og Robert Gordon University hava undirskrivað sáttmála, sum formaliserar samstarvið millum lærustovnarnar. Avtalan er partur av ætlanini hjá Handilsskúlanum at bjóða útbúgvingar á universitets støði

ÚTBÚGVING

Fríggjadagin skrivaðu Føroya Handilsskúli og Robert Gordon University(RGU) í Aberdeen undir samstarvssáttmála.
Báðir lærustovnarnir hava samstarvað hetta seinasta árið við einum flokki av fjarlesarum, sum taka eina masterútbúgving sum fjarlesandi á Robert Gordon University við nøkrum work shops á Handilsskúlanum.
Ragnar Magnussen, stjóri fyri Føroya Handilsskúla, sigur, at teir við hesari avtaluna hava formaliserað samstarvið, sum teir ongantíð hava gjørt nakran sáttmála um.
Fyriuttan flokkin av fjarlesarum, so ætlar handilsskúlin eisini at menna sítt støði til at kunna bjóða útbúgvingar á Universitets støði. Sum er bjóðar handilsskúlin ávísar hægri útbúgvingar enn miðnámsskúla støði, men skúlin ætlar sær enn meira.
?Vit miðja ímóti at útbúgva átta lærarar næstu fýra árini við m.a. skeiðum í Aberdeen. Vit miðja so ímóti at kunna undirvísa fjarlesarunum sjálvi í Føroyum og bjóða aðrar útbúgvingar á bachelor støði í møguligum samstarvi við aðar skúlar, sigur Ragnar Magnussen.
Handilsskúlin hevur eisini samstarv við aðrar lærustovnar, eitt nú Handilsháskúlan BI í Stavanger, har ætlanin er at menna BA útbúgvingar saman við.
Menningin av lærurunum hjá Handilsskúlanum fer at kosta um eina millión krónur, og peningur fæst eftir ætlan til vega frá oljufeløgunum í form av førleikamenningarpeningi.