Handilsvinnan trýr ikki upp á vend

Føroyska handilsvinnan og føroyska byggivinnan síggja framvegis sera døpur útlit fyri framman.

Tað sæst í búskaparmetingini hjá Landsbanka Føroya, ið kom út herfyri.

Meðan allar vinnur í Føroyum sóu døpur útlit fyri frammaní januar mánaði í ár, tykist vend verða komin í í juni mánaði, serliga hjá tilfeingisvinnuni, øðrum ídnaði og tænastuvinnuni, sum tykjast halda, at tað ringasta er av.

Hinvegin sær byggivinnan lítið minni dapurt upp á framtíðina, enn hon gjørdi í januar, meðan handilsvinnan sær munandi verri útlit frammanfyri sær nú.

Handilsvinnan metir í juni mánaði framvegis, at sølan fer at minka, og at arbeiðstørvurin verður minni, enn hann er nú.