DAGFØRING kl 12:21: Københavns Politi skuldsett ein 18 ára gamlan mann fyri dráp og drápsroynd eftir ein skottilburð á Christiania í gjár. Maðurin verður framsettur í grundlógaravhoyring.
Københavns Politi hevur í nátt latið leysan annan mannin, sum varð handtikin í sambandi við ein skottilburð á Christiania í Keypmannahavn, har ein 30 ára gamal maður í gjárkvøldið varð dripin.
Tað upplýsir løgreglan í morgun.
Skottilburðurin var fráboðaður í gjárkvøldið klokkan 19.25. Tveir maskuklæddir menn lótu fleiri skot av og raktu fleiri fólk, teirra millum ein 30 ára gamlan mann, sum doyði.
Á tíðindafundi seint í gjárkvøldið segði leiðandi politiinspektørurin Poul Kjeldsen, at tann dripni maðurin hevur samband við rockara- og bandaumhvørvið.
Ekstra Bladet og B.T. skriva, at tað skuldi verið talan um ein mann frá Hells Angels.
Ein handtikin skal latast leysur inann 24 tímar. Um løgreglan vil hava viðkomandi longri í varðhaldi, skal málið latast ákærumyndugleikanum, sum síðani skal meta, um grundarlag er fyri at biða rættin um at varðhaldsfongsla viðkomandi.
Síðani er tað upp til ein dómara at meta um, hvørt viðkomandi skal varðhaldsfongslast, latast leysur ella skal vera í varðhaldi í upp til trý samdøgur, meðan løgreglan kannar málið.