Hann er totalt langt úti

- Eg byrjaði spakuliga at gera provokerandi tekningar, men nú eru tær totalt langt úti, sigur Jógvan á Høvdanum, sum júst hevur givið út nýggja teknirøð

 

Hann ger ivaleyst ørastu tekningarnar í landinum.

Tey, sum hava lisið ungdómsblaðið hjá Dimmalætting, kenna strikurnar aftur í táttinum Totalt langt úti.

Nú hevur maðurin aftan fyri argandi tekningarnar gjørt nýggja teknirøð við sama navni, sum fer nógv longur, enn nøkur føroysk útgáva áður er farin.

- Summi fólk er um at blíva svøk av mær og mínum tekningum, og við hvørt verði eg skeldaður út og fái at vita, at eg má gevast við at gera slíkar tekningar, tí tað er bæði synd og skomm, sigur Jógvan á Høvdanum, yngri.

21 ára gamli klaksvíkingurin hevur seinastu tvey árini tekna til Krydd, men nú roynir hann seg á fyrsta sinni við egnari útgávu.

Og at hann hevur tikið hetta stigið hevur eisini havt við sær, at hann nú fer nógv longu í sínum tekningum.


Ikki altíð so skemtiligt

Jógvan á Høvdanum hevur teknað alt sítt lív, men tað er ikki fyrr enn seinastu tvey árini, at hann er komin fram og er vorðin meira kendur millum fólk.

- Eg byrjaði spakuliga at gera provokerandi tekningar, men nú eru tær totalt langt úti, heldur Jógvan.

- Fólk halda ivaleyst, at tekningarnar í Krydd hava verið langt úti, men tað er einki aftur ímóti tekningunum í nýggju teknirøðini.

Og tey, sum hava blaðið ígjøgnum teknirøðini, kunnu ikki annað enn taka undir við teknaranum.

- Fólk geva yrkingasøvn út, sum bæði kunnu verða pervers og deprimera, og tí haldi eg, at tað er stuttligt at koma við eini teknirøð, sum er tann reina ballada og kanska eisini eitt sindur stuttligt við hvørt, heldur Jógvan.

- Ofta eru mínar tekningar ikki so ræðuliga skemtiligar, men fólk grína kanska eftir teimum, tí tær eru so langt úti.


Ikki øll grína

Men hóast Jógvan á Høvdanum vónar, at onkur tímir at grína eftir hansara tekningum, so eru tað ikki øll, sum gera tað.

- Tað kemur meira enn so fyri, at fólk siga við meg, at mínar tekningar eru býttisligar, men eg veit, at tey ikki meina tað. Eg veit, at tey dyrka tær, sigur Jógvan argandi.

- Familjan hjá mær royndi í fyrstuni at fáa meg at gevast at tekna slíkar tekningar, men tað gera tey ikki longur. Tey mugu góðtaka, at ein uppløgd fiasko gjørdist ein succes.

Í tekningunum hjá Jógvani eru evni sum rúsevni, kynslív og átrúnaður afturvendandi evni, og einki verður ballað inn.

Í fororðunum til nýggju teknirøðina reksar hann nøkur av orðunum upp, sum koma fyri í tekningunum, og fólk fáa at vita, at um tey ikki klára at lesa slík orð, so kunnu tey reisa og renna, tí so er teknirøðin einki fyri tey.

- Sjálvandi eru tað mest ungfólk, sum dáma tekningarnar hjá mær, men tað eru eisini tilkomin fólk, sum halda tær eru stuttligar, sigur Jógvan.


Hugskot frá egnum upplivingum

Persónarnir í tekningunum hjá Jógvani eru vorðnir eyðkendir, og stílurin í tekningunum er ráur og avbjóðandi.

Jógvan fær millum annað íblástur av teknirøðum sum Mad og Stupido, men eisini persónligar upplivingar kunnu verða orsøk til onkrar tekningar.

- Við hvørt kann tað verða okkurt, sum eg komi út fyri, sum gevur mær hugskot til eina tekning. Men eg kann siga, at eg tekni alt tað, sum fólk ikki tora at hugsa um, sigur Jógvan á Høvdanum.

Nýggja teknirøðin hjá honum er 52 blaðsíður til longdar. Kápan er í litum, meðan innihaldið er svart og hvítt.

Jógvan á Høvdanum hevur gjørt allar tekningarnar í røðini, og Svabo Creations hava lagt útgávuna til rættis.

Teknirøðin, sum kostar 50 krónur, fæst kring alt landið.

Ið hvussu so er har, tær ikki eru brendar.