Flemming Rose, fyrrverandi mentanarblaðstjóri á Jyllands Posten hevur sjálvur hitt Vladimir Putin Mynd: Asger Ladefoged/Ritzau Scanpix

Hann hevur hitt Putin – er í Løkshøll í morgin

Frihedsbrevet í Løkshøll: Hann hevur hitt Putin, og nú kanst tú hitta hann

Flemming Rose, fyrrverandi mentanarblaðstjóri á Jyllands Posten hevur sjálvur hitt Vladimir Putin Mynd: Asger Ladefoged/Ritzau Scanpix

– Hann er kanska kendastur fyri Muhammed-tekningarnar. Tað var nevniliga, tá Flemming Rose var mentannarredaktørur á Jyllands-Posten, at hann tók stig til tær umstríddu tekningarnar, sum settu eld í allan heimin.

 

Soleiði skrivar Frihedsbrevet í tíðindaskrivi í dag í sambandi við tiltak, sum miðilin skipar fyri í Løkshøll í annaðkvøld:

 

– Men Flemming Rose er nógv meir enn tað. Hann hevur verið korrespondentur í Moskva og Washington, verið redaktørur Jyllands-Posten og Frihedsbrevet, hevur skrivað fleiri bøkur, fingið hópin av virðislønum og viðurkenningum, og í 2017 bleiv hann enntá riddari í Fraklandi, kosin av fronsku stjórnini fyri sítt stríð fyri talifrælsinum.

 

Men størsta passiónin hjá Flemmingi Rose hevur altíð verið Russland. Tað byrjaði longu á ungum árum, tá hann las russiskt á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Síðani tá hevur hann fleiri umførum búð í Russlandi, hann hevur russiska konu, og hevur hann enn tætt sambond í russiska samfelagnum.

 

Hartil hevur hann sjálvur hitt Vladimir Putin. Tað gjørdi hann í Kaukasus saman við einum lítlum bólki av vesturlendskum journalistum í 1999, tá Putin eisini var farin í kríggj. Tá við tjetjenar, skrivar Frihedsbrevet.

 

– Flemming Rose verður tí mettur sum ein av størstu Russlands-serfrøðingurin á okkara leiðum. Og í annaðkvøld kanst tú hoyra, hvat hann heldur um spentu støðuna í Russlandi, í ríkisfelagskapinum og í heiminum sum heild.

 

Tað verður klokkan 19.30 í Løkshøll, har Frihedsbrevet skipar fyri tiltakinum Russland, Ukraina og Føroyar, har Heini í Skorini, serfrøðingur í altjóða viðurskiftum á Fróðskaparsetri Føroya, eisini fer at luttaka.

 

– Hetta verður klókt, hetta verður aktuelt og hetta verður forkunnugt, skrivar Frihedsbrevet.

 

##med2##

 

Flemming Rose, fyrrverandi mentanarblaðstjóri á Jyllands Posten hevur sjálvur hitt Vladimir Putin Mynd: Asger Ladefoged/Ritzau Scanpix